Remove ads
From Wikipedia, the free encyclopedia
Mentanargrunnur Landsins verður umsitin av einari fimmmannanevnd. Mentanargrunnurin kann veita stuðul til virksemi, sum kveikir og mennir føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list. Hetta kann vera til starvslønir, verkætlanir, íverksetan og styttri skeið hjá listafólkum. Umsóknarfreistin er vanliga 15. desember.[1]
Grunnurin kann eisini eftir umsókn stuðla bóka- og fløguútgávur upp til 30% av útgávukostnaðinum. Eisini vísindaligt arbeiði, framsýningar, framførslur o.t. kunnu eftir umsókn fáa stuðul.[2] Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.
Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1 mánað til 12 mánaðir. Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. oktober 2014 er kr. 25.587,96 um mánaðin.[3]
Nýggir limir og varalimir, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, valdi til nevndina í januar 2021:[4]
Nýggir limir og varalimir eftir tilmæli frá LISA:
Hesi fingu íverksetarastudning í 2018[7]
34 listafólk fingu starvslønir í til samans 125 mánaðir.[8]
Harumframt vóru starvslønir í styttri tíðarskeið latnar 27 umsøkjarum. Tilsamans 125 mánaðarlønir vóru latnar fyri góðar 3,3 milliónir krónur.
Íverksetanarstuðul á 75.000 kr. var latin til fýra umsøkjarar:
Tilsamans 126 mánaðarlønir fyri góðar 3,3 milliónir vóru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði í 2016.[9]
Hesi fingu starvslønir í 3, 2 ella 1 mánaðir
Hesi fingu starvslønir í 3, 2 ella 1 mánaðir
Ongin 3 ára starvsløn var latin triðja árið á rað. Hetta førdi til kjak í fjølmiðlunum. Tveir persónar fingu starvsløn í eitt ár, og fýra fingu starvsløn í hálvt ár:
Hesi fingu starvsløn í tríggjar mánaðir:
Hesi fingu starvsløn í tveir mánaðir:
Hesi fingu starvsløn í ein mánað:
Nevndin metti, at tað komu so nógvar góðar umsóknir inn, at tey valdu ikki at lata nakra 3-ára starvsløn, soleiðis at fleiri fólk kundu fáa lut í starvslønunum. Í alt 30 fólk fingu starvslønir, herav fingu 24 umsøkjarar starvsløn fyri styttri tíðarskeið (undir hálvt ár). 102 mánaðarlønir vóru latnar í starvslønum fyri góðar 2,5 milliónir krónur. Í alt 94 umsóknir komu inn, 64 fingu noktandi svar.[10]
Hesi fingu starvsløn í eitt hálvt ár hvør:
Hini ið fingu starvslønir í styttri tíðarskeið vóru hesi:
Ongin 3-ára starvløn varð latin í 2012, harafturímóti fingu tvey fólk eitt ára starvlønir. Í alt 40 fólk fingu starvslønir, herav fingu 33 listafólk starvsløn í styttri tíðarskeið (minni enn eitt hálvt ár). Í alt læt Mentanargrunnur Landsins tilsamans 117 mánaðarlønir fyri góðar 2,8 milliónir krónur í 2012. Tilsamans 138 fólk søktu um starvslønir.
Fimm listafólk fingu hálvt árs starvsløn:
Ongin fekk 3-ára starvsløn í 2011. Starvslønir vóru latnar til 31 umsøkjarar í alt. Tilsaman 110 mánaðarlønir fyri góðar 2,7 milliónir krónur eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði. Tilsamans vóru 98 umsøkjarar, sum søktu um starvsløn fyri góðar 38 milliónir krónur.[12]
Hesi fingu starvsløn í hálvt ár hvør:
Onnur listafólk/mentafólk ið fingu starvslønir í tveir, tríggjar ella fýra mánaðir í 2011 vóru hesi:
Í 2010 var ein starvsløn latin á trý ár, ein uppá eitt ár og tvær á 6 mánaðir. Harafturat vóru starvslønir latnar 38 umsøkjarum. Tilsamans 137 mánaðarlønir fyri góðar 3,4 milliónir vóru latnar. Í alt vóru 93 umsøkjarar, av hesum vóru 42 umsóknir játtaðar. Íverksetanarstudningur varð latin 3 umsøkjarum á kr. 225.000 tilsamans.[13]
3-ára starvsløn:
6-mánaða starvsløn:
4-mánaða starvsløn:
3-ára starvsløn:
1-ára starvsløn:
6-mánaða starvsløn:
4-mánaða starvsløn:
3-ára starvsløn:
1-ára starvsløn:
6-mánaða starvsløn:
3-ára starvsløn:
1-ára starvsløn:
6-mánaða starvsløn:
4-mánaða starvsløn:
3-ára starvsløn:
1-ára starvsløn:
6-mánaða starvsløn:
4-mánaða starvsløn:
3-ára starvsløn:
1-ára starvsløn:
6-mánaða starvsløn:
4-mánaða starvsløn:
3-ára starvsløn:
1-ára starvsløn:
6-mánaða starvsløn:
4-mánaða starvsløn:
3-ára starvsløn:
1-ára starvsløn:
6-mánaða starvsløn:
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.