Remove ads
From Wikipedia, the free encyclopedia
Carl Jóhan Jensen (føddur 2. desember 1957) er ein føroyskur rithøvundur. Hann hevur fýra ferðir fingið Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, tað var í 1989, 2006, 2015 og 2022, og fýra ferðir hava bøkur hansara verið tilnevndar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, í 1991, 1998, 2007, 2008 og 2016. Í 2007 var tað bókin Ó - Søgur um djelvulskap, sum var tilnevnd og í 2008 var tað yrkingasavnið September í bjørkum sum kanska eru bláar ið varð tilnevnt, í 2016 er tað fyri skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrkri.
Carl Jóhan Jensen vaks upp í Havn. Í 1973 flutti hann til Danmarkar, har hann tók studentsprógv í 1976. Síðan flutti hann heimaftur til Føroya, har hann eitt nú starvaðist sum blaðmaður. Frá 1979 til 1981 las hann føroysk á Fróðskaparsetrinum. Frá 1981 til 1987 las hann íslendskt mál og bókmentir í Reykjavík. Í 1990 tók hann prógv sum cand.phil. í føroyskum máli og bókmentum. Hann er giftur avstralsku Kate Sanderson, saman eiga tey tveir synir. Kate hevur starvast fyri Føroya landsstýri í fleiri ár, og í 2012 gjørdist hon sendikvinna Føroya í ES.[1] Síðan 2012 hava tey búð í Brússel, vegna starv hennara.
Hann útgav sítt fyrsta yrkingasavn í 1977. Hann hevur útgivið yrkingar, skaldsøgur og eitt ritsavn. Hann hevur týtt fleiri tekstir til føroyskt, eitt nú hjá Strindberg, Ayckbourn, Dario Fo og Einar Kárason. Tekstir hjá Carl Jóhan eru týddir til onnur mál og hava verði útgivnir í tíðarritum og ritsøvnum í Danmark, Noregi, Svøríki, Niðurlondum, Týsklandi og USA. Verk hansara, ið hava verið tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins eru týddar til eitt av norðurlendsku málunum í samband við tilnevningina. Skaldsøgan Ó er útgivin í Noregi av forlagnum Det Norske Samlaget, Lars Moa týddi til norskt.
Í oktober 2011 var Carl Jóhan Jensen ein av 10 føroyskum rithøvundum, ið var umboðaður á bókamessuni í Frankfurt, hann var umboðaður við skaldsøguni Ó. Tað var fyrstu ferð, at Føroyar luttóku á týsku bókamessuni, tað var Ísland, ið bjóðaði Føroyum við í samband við at Ísland var heiðursgestur á messuni.[2]
Á heysti 2013 umboðaði ein av yrkingum hansara Føroyar í ES tiltakinum Transpoesie 2013,[3] yrkingin hevur heitið Tú. Yrkingin var víst í bussum, sporvognum og í metro’ini í høvuðsstaðnum hjá ES á føroyskum og í franskari og niðurlendskari týðing. Tiltakið byrjaði við framsýning og upplestri 26. september, sum er almenni evropeiski dagurin fyri mál og málsligt fjølbroytni. Tá las Carl Jóhan Jensen yrkingar á føroyskum saman við yrkjarum úr sjey øðrum londum.[4]
Carl Jóhan var formaður fyri Rithøvundafelag Føroya 1991–92 og 2004–2006.[5]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.