Remove ads
From Wikipedia, the free encyclopedia
Uni Reinert Debess er tónleikari, yrkjari, tónasmiðjur, sangari og gittarleikari. Hann er føddur 24. november 1979 í Havn. Uni er sonur Per Debess, sála, sum eisini var tónleikari.
Uni byrjaði seint at fáast við tónleik. 1999-2001 lærdi Uni um tónleikaástøði og gittarleik á Tórshavnar Musikkskúla. Hann hevur gingið til ymsa gittarvenjing eftir tað.
Í 2001 spældi hann við bólkinum Teir á Free Føroyar-konsert. Í 2002 spældi hann á ólavsøkukonsert við Bates Motel, í 2003 við Headache Blues Treo og í 2004 við GoGo Blues.
23. apríl 2005 vann hann Prix Føroyar í bólkinum GoGo Blues. Umframt at vinna sjálva tónleikakappingina, vann GoGoBlues virðisløn fyri besta tónleikabólk, umframt at bólkurin varð boðin við til G!Festivalin. Í august sama árið var hann saman við GoGo Blues í Kanada og spældi á ymsum festivalum. GoGo Blues gav út fløgu í 2005.
Uni spælir við ymiskum bólkum og tónleikarum, m.a. Debess Blues Station, Crawling Blue og saman við øðrum einstøkum tónleikarum. M.a. hevur hann framført saman við Froðbiar Sóknar Blues Orkestri og við Trónda Enni úr Suðuroynni og við pápabeiggja sínum Edvard Nyholm Debess.[deyð leinkja] Teir báðir hava spælt saman í einum bólki sum teir nevna Debess Blues Station.[5] Í desember 2010 góvu teir fløvu út við sama heiti.[6]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.