føroysk songkvinna og sangskrivari From Wikipedia, the free encyclopedia
Eivør Pálsdóttir (fødd 21. juli 1983 í Syðrugøtu) er ein føroysk songkvinna. Hon var ársins føroyingur 2004. Hon vann "Ársins Songrødd" og saman við Clickhaze vann hon Prix Føroyar. Eitt skifti búði hon í Íslandi, har hon fekk plátusáttmála við 12 Tónar í Íslandi. Hon er ein tann kendasta av føroyskum tónleikarum og framførir ymsa staðni í Evropa. Hon hevur ofta fingið sera góð viðmæli. Hennara fyrsta fløga saman við plátufelagnum 12 Tónum í Íslandi nevnist "Krákan" og kom út í 2003. Eitt tað kendasta lagið er ivaleyst "Nú brennur tú í mær". Fyrsta fløgan hjá Eivør kom út í 2000. 18. februar 2010 skrivaði Eivør sáttmála vid Copenhagen Records. Eivør hevur fleiri ferðir vunnið føroysku tónleikaheiðurslønina Planet Awards. Í 2012 vann hon 3 Planet Awards: ársins songkvinna, ársins einstaklingur og fløga hennara Room varð kosin ársins útgáva.[1] Í 2012 varð Eivør tilnevnd til Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins[2]
Eivør Pálsdóttir | |
---|---|
![]() | |
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 21. jul 1983 í/á Syðrugøta |
Starv | sangari, tónaskald, singer-songwriter, rithøvundur, recording artist |
Heimasíða | https://www.eivor.com |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000371910290 |
VIAF | 72145970059632250793 |
LCAuth | n2015069936 |
IMDB | nm1944197 |
Commons | Eivør Pálsdóttir |
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.