Andrias Høgenni
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
From Wikipedia, the free encyclopedia
Andrias Høgenni (føddur 28. oktober 1988 í Hvidovre, uppvaksin í Føroyum)[1] er ein føroyskur filmsleikstjóri úr Havn, ið hevur vunnið fleiri virðislønir fyri stuttfilmar, m.a. hevur hann vunnið Geytan í 2015, 2016 og 2019.
Áðrenn Andrias fór á filmslistaskúla, fekk hann royndir innan filmsvinnuna við at vera við til at gera sjónvarapssendingarnar Agurk. Í 2012 bleiv hann útbúgvin BA í miðlavísundi (medievidenskab) frá Syddansk Universitet og sama ár næm hann sær eisini útbúgving á tí alternativa danska filmskúlanum 18 Frames. Endafilmurin frá 18 Frames Timerne med Christine varð sýndur á Odense International Filmfestival í 2013.[2] Síðani gjørdi hann stuttfilmarnar Eina, og Det Mand Ikke Taler Om.[3] Filmurin Det Mand Ikke Taler Om var partur av einari verkætlan, har ætlanin var at seta fokus á tað, at menn verða neyðtiknir. Filmurin skuldi so eftir ætlan vísast á kjakfundum og nýtast í samband við undirvísing. Filmurin er framleiddur av El Cine Production við stuðli frá Fynske Filmfortællinger, umframt eitt samtarv millum Odense Filmværksted, Syddansk Universitet, Kulturregion Fyn og Det Danske Filminstitut.[4] Í 2015 gjørdist hann kandidatur í miðlavísund frá Syddansk Universitet,[5] og síðan fór hann á alternativa filmsskúlan Super16, har hann bleiv útbúgvin filmsleikstjóri í 2018. Fráfaringarfilmur hansara frá Super16, Ikki illa meint, vann Geytan og Canal+ Award í Semaine de la Critique í Cannes í 2019.
Andrias er nevndarlimur í Føroysk Filmsfólk.[6]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.