Durita Holm (fødd 10. juni 1975) er uppvaksin á Sandi. Foreldur hennara eru Anna Katrin og Tórstein Holm.
21 ára gomul legði Durita út í hav á heimsumsigling síni við bátinum Salku Valku, ferðin vardi í trý ár.[1] Á ferðini hitti hon norðmannin Erik Torjusen, sum eisini var á ævintýrarferð í báti sínum, og áðrenn heimsumsiglingin var av, vóru tey bæði par og áttu dóttrina Freyju.
Hon fór undir at lesa antropologi í Oslo og hevur síðani keypt hús í eini lítlari bygd í spanska landspartinum Andalusia, har hon býr við manni og tveimum døtrum.[2]
Durita hevur higartil útgivið fýra bøkur, harav eru tvær bøkur um upplivingar hennara, og eru hesar týddar til fleiri onnur mál. Í 2013 gav hon út sína fyrstu skaldsøgu, sum er ein krimiskaldsøga við heitinum Offurmorðið. Árið eftir, í november 2014, gav hon út næstu krimiskaldsøguna, ið ber heitið Zapatista. Høvuðspersónurin í krimiskaldsøgunum eitur Alisa og er ein mannfrøðingur (antropologur) úr Noregi. Krimisøgur hennara hava fingið góð ummæli í Føroyum.[3][4] Offurmorðið er fyrsta føroyska krimiskaldsøga, ið er skrivað av kvinnu.[5]
Bókaútgávur
- Ferðin um bláu gongustjørnuna. Freyja (1999)
- Á smølum andalusiskum gøtum. Freyja (2003)
- Offurmorðið. Krimiskaldsøga. Freyja (2013)
- Zapatista. Krimiskaldsøga. Freya (2014)[6]
Keldur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.