From Wikipedia, the free encyclopedia
Samveldislýðveldið Týskland (týskt: Bundesrepublik Deutschland) er eitt land í Miðevropa og er eitt av ríkastu londum í heiminum. Í vestri hevur Týskland mark við Holland, Belgia, Luksemburg og Frakland, í norðri við Danmark, í eystri við Pólland og Kekkia og í suðri við Eysturríki og Sveis. Sjómarkini eru við Norðsjógvin og Eystrasalt. Høvuðsstaður er Berlin, og landið hevur umleið 81 milliónir íbúgvar. Týskland er "grønasta land í heiminum". Tey hava vunnið hendan heiður eftir í 2007 at hava minkað um CO2-útlátið við meira enn nakað annað land í heiminum; 5,6 % har útlátið í heiminum tilsamans vaks við 2,4 %.
| |||
Tjóðarslagorð: Einigkeit und Recht und Freiheit | |||
Tjóðsangur: Das Lied der Deutschen | |||
Alment mál | Týskt | ||
Høvuðsstaður | Berlin | ||
Samveldisforseti | Frank-Walter Steinmeier | ||
Samveldiskanslari | Olaf Scholz | ||
Fullveldi | Verdunavtalan 843 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
357 022 km² 1,27 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2021 - tættleiki |
83 129 285 232/km² | ||
Gjaldoyra | Evra (EUR) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .de | ||
Telefonkota | +49 | ||
Óløntur konsul í Føroyum (Honorarkonsularin) Asa á Dul Jacobsen Staravegur 5 Postboks 1 110 Tórshavn |
Høvuðsgrein: Týsk søga
Fyrsta stigið til Týskland kann sigast at vera tað Eysturfrankiska Ríkið, sum varð stovnað eftir at Frankiska Ríkið var býtt sundur millum tríggjar abbasynir hjá Karlamagnusi í 843 við friðinum í Vardun. Av hesum verður eystasti parturin upphavið til Týskland, meðan vestasti parturin verður upphavið til Frakland. Tá tann eysturfrankiski herskarin Otto I, sum bæði víðkaði og staðfesti ríkisins og sítt egna vald, so læt hann seg knúna í 962 við tí rómversku keisarakrúnuni av páva Johannes XII, tá gjørdist hann keisari yvir tað týsk-rómverska ríkið ella tað Heilaga rómverska ríkið. Hetta keisararíkið var meira eitt samveldi av statum við einum felags keisara sum formellur regentur.
Hetta ríkið varir til 1806, tá Napoléon 1., keisari í Fraklandi, vinnur á ríkinum.
Eftir royndir at savna ríkið, avgera tey trý kríggini ímóti Danmark í 1864, Eysturríki í 1866 og Fraklandi í 1870-71 úrslitið, og í januar 1871 verður Wilhelm I krýndur til fyrsta keisara í einum savnaðum Týsklandi.
Hetta týska ríkið heldur sær til endan av fyrra veraldarbardaga, tá partar av landinum verða givnir til m.a. eitt endurstovnað Pólland. Í millumkrígstíðini verður landið ofta kallað Weimarlýðveldið.
Undir seinna veraldarbardaga veksur Týskland munandi um økið hjá sær við at innlima Eysturríki, Kekkia, og stórar partar av Póllandi. Seinni koma eisini Estland, Lettland, Litava og partar av Hvítarusslandi og Ukraina undir týskt vald.
Eftir at teir fýra sigursharrarnir, Stóra Bretland, Frakland, USA og Sovjetsamveldið ikki kundu sameinast um framtíðina hjá Týsklandi, vórðu Lýðveldini Vesturtýskland (á týskum Bundesrepublik Deutschland (BRD)) og Eysturtýskland (Deutsche Demokratische Republik (DDR) Týska Fólkaræðisliga Lýðveldið) stovnað, Vesturtýskland hin 23. mai 1949 og Eysturtýskland hin 7. oktober sama árið. Eftir seinna heimskríggj streymaðu nógv týskttalandi flóttafólk til Týsklands, í 1950 var talið á flóttafólkum sum komu uttanífrá komið upp á 12,5 milliónir. Vesturtýskland var við til at stovna Evropasamveldið í 1957. Undir kalda krígnum var sambandið millum báðir teir týsku statirnir ikki góðir, sambandið batnaði tó í 1970'árunum. Kanslarin Willy Brandt setti á stovn Ostpolitik til tess at betra um viðurskiftini við Eysturevropa. Í 1973 gjørdust bæði Vestur- og Eysturtýskland limir í ST.
Dagsins Týskland varð til, tá londini Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind 3. oktober 1990, eftir at Berlinmúrurin fall hin 9. november 1989.
Høvuðsgrein: Týsk landafrøði
Týskland er stórur partur í Miðevropa. Belgia, Luksemborg, Niðurlond og Frakland eru vestanfyri, Kekkia, Slovakia og Sveis sunnanfyri, Pólland eystanfyri og Norðsjógvurin, Eystarasalt og Danmark norðanfyri. Landslagið í Týsklandi er fjølbroytt, úr fruktagóða slættlendinum fyri norðan og vestan til snjóklæddu tindarnar í vøkru bayersku alpunum fyri sunnan. Úr slættlendinum á vesturstrondini og norðurstrondini hækkar tað so líðandi.
Týskland varð ikki savnað í eitt ríki fyrr enn í 1871. Fyri tað var týska fólkið í mongum sjálvstøðugum smáríkjum. Nú á døgum er landið í 16 landspørtum, nevndir Länder, og við einari samveldisstjórn, lík henni í Sambandsríki Amerika. Hvør landspartur hevur sína egnu landspartastjórn, sum ræður fyri heimligum viðurskiftum, til dømis útbúgvingarmálum. Mangir týskarar kenna seg bundnar tjóðskaparliga at landslutinum, teir búgva í, og siga seg fyrst vera til dømis bayrar (úr Bayern) og so týskarar.
Norðari partur í landinum er slætt og smáheyggut búnaðarlendi. Meðan tað nógvastaðni kann vera so, at tað er ein meginá ella ein fjallaryggur, ið er mark millum tvey lond, er ikki so millum Danmark og Norðurtýskland. Har gongur markið mest gjøgnum slættan bø, og bert málaðir marknasteinar siga frá, um tú ert norðan ella sunnan fyri markið. Landið frá danska markinum suður ímóti Kielargryvjuni rópa teir Slesvík; landslagið har er meinlíkt tí í danska partinum av Suðurjútlandi; á eystursíðuni skera djúpir firðir seg inn í landið, sum er slætt við stórum ryggjum og herðum uppímillum. Moldin her er mest leirmold. Longur vesturi er slættari, men har er sandmold, so hon ber ikki so væl korn; allarvestast móti Norðsjónum er heilt slætt og so lágt, at teir hava bygt verjigarðar til at forða fyri, at sjógvurin skal leggja innyvir, tá ið vestanódnirnar herja. Á hesum lendinum fruktar væl, og teir rópa tað marsk. Slesvík er gamalt danskt land, men í 1863 noyddist Danmark at avluta tað til Týskland. Sunnan fyri Kielargryvjuna er Holstein; lendið har líkist tí norðan fyri gryvjuna. Frá Holstein norður móti Harzen er alt Norðurtýskland eitt slættlendi, men kortini eru ryggir uppímillum. Summastaðni eru stórar lyngheiðar; men tær eru nógv minkaðar, tí teir hava antin velt tær undan eller plantað trø á teimum. Meginparturin av teirri norðurtýsku jørðini lá fyrr sum óveltar heiðar og víðar mosafløtur. Lüneburgar-heiðarnar vóru tvær ferðir so stórar sum Føroyar. Nú á døgum eru heiðarnar minkaðar burtur í lítið og einki, tí stórar víddir eru lagdur undir plógv, og tað, sum eftir er, er plantað við trøum. Í støðum eru stórir furuskógir. Megináirnar Weser, Elbá og Oder renna allar makar, og reinar og djúpar eru tær, so tær verða nógv brúktar at flyta varu eftir. Fyri at gera tað enn lagaligari fyri siglingina hava teir eisini grivið gryvjur millum teirra.
Suðurtýskland er alt ein háslætti, men so ganga einstakir fjallaryggir gjøgnum landið. Navnið á teimum flestu fjøllunum endar við "wald" sum til dømis Schwarzwald, og landið er ógvuliga væl dyrkað. Jørðildið er morenusandur og eyrur, men blandað við kálk, tí fjøllini sunnanfyri eru kálkfjøll. Landið er mest sum alt velt til gras og humla, epli og korn. Veðurlagið er lýtt um summarið, men heldur kølið um veturin. Syðst í landinum koma fjøllini upp í 3000 metra hædd. Oman úr fjøllunum renna stórar og nógvar áir. Tær størstu eita Neckar, Donau og Main. Vestari parturin av háslættanum eitur Bayern. Høvuðsstaðurin í Bayern eitur München. München er serliga gitin fyri síni stóru ølgerðarhús. Nógvastaðni í bæði Mið- og Suðurtýsklandi eru stórir skógir. Kendastu skógirnir eru Harzen, Thüringer Wald og Schwarzwald í útsynningspartinum í Suðurtýsklandi. Eitt hitt kendasta og fagrasta økið í landinum er Schawarzskógur í Suðurtýsklandi, nevndur eftir myrka nálaskóginum, ið veksur har. Harzen er eitt fjallalendi nakað miðskeiðis í Týsklandi. Harzen er slættur omaná við einstøkum høgum tindum. Teir hægstu tindarnir eru einar 1000-1100 m. høgir; hægsti teirra millum eitur Bloksbjørg sum er 1142 m. høgur. Uppi á Bloksbjørgi er útynið vítt í allar ættir. Skógur veksur á fjøllunum, og har eru natúrvakurt pláss. Av tí at fjøllini reisa seg so knappiliga, er har frálíkt útsýni; fleiri hundrað bygdir skulu í góðum sýni kunna síggjast av hægstu toppunum. Teir høgga blýggj og silvur í Harzen, og sink er eisini. Hagar niðan streymar ferðafólk bæði summar og vetur. Fjallalíðirnar eru væl veltar í neðra og vaksnar við skógi í erva heilt niðan undir tindarnar. Oman úr fjøllunum renna í djúpum gjáum stórar áir, sum verða byrgdar inni til stór vøtn. Vatnið verður nýtt at framleiða elstreym, sum fær gongd á sær mongu maskinurnar í námsvinnuni og bræðingarhúsunum. Nógvir av býunum í Harzen hava eins og teir suðurtýsku býirnir varðveitt tað gamla sniðið. Nakað sunnan fyri Harzen er fjallaryggurin Thüringerwald, sum er meinlíkur Harzen.
Fyri eystan slættan eru bøhmisku fjøllini, sum eru mark millum Týskland og Kekkia, og fyri sunnan eru Bayersku alpurnar. Donau springur upp í Schwarzwald og rennur so eystur gjøgnum landið og inn í Eysturríki. Á vegnum renna fleiri greinar oman úr Alpunum í hana. Rín springur upp undir St. Gothards fjallinum í Sveis; hon rennur út í Bodenvatnið. Komin úr aftur vatninum ger hon stóran foss við býin Schaffhausen. Har hava teir bygt fleiri stór elverk. Síðan rennur hon eitt strekki beint vestur, men við býin Basel sneiðir hon beint norðurá og verður nú marknará millum Frakland og Týskland. Fløtan, sum hon her rennur ígjøgnum, millum Sveis og Vogesurnar, eitur Rínslættan og er eitt tað gróðrarbesta plássið í Týsklandi. Rínslættin er ein tann fruktabesti bletturin í øllum Týsklandi, tí veðurlagið er lýtt, og fjøllini líva so væl. Á Rínslættanum er tætt av stórum bygdum. Allastaðni fram við Rínánni eru bygdir og býir. Stundum standa býirnir beint yvir av hvørjum øðrum. Hesir býir eru av fyrstantíð bygdir, har sum ein brúgv ella ein ferja hevur gingið yvir um ánna. Á leiðini, har sum áin Main rennur út í ánna Rín, eru býirnir Wiesbaden og Mainz beint hvør yvir av øðrum. Norðan fyri Mainz rennur áin Rín inn í ein trongan dal í Skifurfjøllunum. Hesin dalur eitur Ríndalurin. Ríndalurin er í støðum so trongur, at teir hava noyðst at skotið sær vegin ígjøgnum áarbakkan. Suðursíðan á Ríndalinum er øll velt í tvørteigar, og garðar laðaðir uttan um teigarnar at verja, so at moldin skal ikki regna burtur. Tvørteigarnir eru allir vaksnir við vínviði. Vinið kalla teir Rínvín. Á norðara áarbakkanum er sólargangurin ikki nóg góður til vínvið; har vaksa stórir eikiskógir. Uppi í Ríndalinum bygdu riddarar og kongar í miðøldini sær sterkar borgir til verju móti fíggindunum og at gera herferðir frá. Nakrar av hesum borgum eru til enn, men vera nú nýttar til ferðamannaheim. Norðan fyri Køln rennur áin Ruhr út í ánna Rín. Við Ruhrá er ein tann størsti ídnaðardepilin í Evropa. Frá gamlari tíð er nógv kol høgt í Ruhr. Nú er mest evnafrøðiídnaður, maskinídnaður og stálidnaður. Býirnir eru mest sum allir samanvaksir. Hin gamli býurin Solingen er á hesum leiðum. At enda rennur Rín vestur í Niðurlond og út í Norðsjógvin.
Fimm av teimum størstu býunum í Týsklandi eru
Í Týsklandi eru 11 stórbýarregiónir. Í teimum 11 regiónunum búgva umleið 49 miliónir íbúgvar, sum svarar til nærum 60 % av fólkatalinum í Týsklandi.
Høvuðsgrein: Týskur politikkur
Í alheimsorkufrágreiðingini hjá BP fær Týskland heiðurin at vera heimsins grønasta land.
Sambært frágreiðingini minkaði Týskland sína orkunýtslu 5,7 prosent í 2007 í mun til árið fyri. Sama ár vaks orkunýtslan við 2,7 prosent um allan heimin. Tey lond, ið nýta mest orku, eru Kina, USA og India.
Frágreiðingin vísir, at Týskland minkaði 16 prosent um kjarnorkunýtsluna umframt at skerja nýtsluna av gassi og olju. Kolnýtslan er tó vaksin hetta árið.
Eftir at nýggju umhvørvislógirnar vórðu samtyktar, segði týski kanslarin, Angela Merkel, at lógirnar vóru neyðugar fyri at verja veðurlagið. Ætlanin er at minka CO2 útlátið í Týsklandi við 40 prosent í 2020 í mun til 1990.
Upp gjøgnum 90'ini, tá milliónir av russarum fluttu til Týsklands, noktaði týska stjórnin at góðkenna russisku universitetsútbúgvingar teirra [1][2]. Og hetta hevði við sær, at teirra evni vórðu spilt, samstundis sum eingin vinningur fekst burtur úr at venja hesi til at gerast óteljandi dugnalig vísindafólk, verkfrøðingar og telduforritarar. Tær týsku stjórnirnar, sum síðani komu til valdið, megnaðu eiheldur at veita landsins trimum milliónum borgarum við turkiskari bakgrund útbúgving, so nytta kundi fáast úr evnum teirra. Enn tørvar Týsklandi vælútbúnar tilflytarar. Cologne Institute for Economic Research sigur í 2013, at longu nú mangla 210 000 útbúnir støddfrøðingar, verkfrøðingar, vísindafólk og KT-serfrøðingar [3]. Almenna týska hagstovan metir í 2013, at tær 50 milliónirnar av arbeiðsførum týskarum millum 20 og 65 ár, fara at minka niður í 33 milliónir í 2060, um ferð ikki av álvara verður sett á tilflytingina [4]. Onkur hjálp er tó við hondina, takkað verið búskaparligu kreppuni í Portugal, Spania og Grikkalandi, har ungdómsarbeiðsloysið er svollið til í meðal 50 prosent. Hetta hevur við sær, at túsundtals nýútbúgvin ung úr hesum londum flyta til Týsklands og harvið bøta um trotið á verkfrøðingum og aðrari fakliga førari arbeiðsmegi.
Við einum fólkatali á 80.2 milliónum sambært fólkateljingum frá mai 2011, so er Týskland tað fólkaríkasta landi í ES, tað næstmest fólkaríka landið í Evropa, næst eftir Russlandi, og er nummar 16 á listanum yvir fólkaríkastu lond í heiminum. Fólkatættleikin er 225 fólk per ferkilometur. Væntaður lívsaldur í Týsklandi frá føðing er 80,9 ár (77,93 ár fyri menn og 82,58 ár fyri kvinnur). Føðitíttleikin er 1,41 børn fyri hvørja kvinnu (tal frá 2011), ella 8,33 føðingar per 1000 íbúgvar, og tað er ein av teimum lægstu í heiminum.
Síðan 1970-árini hevur talið av deyðum verði størri enn talið av føddum í Týsklandi. Týska Hagstovan hevur spátt, at fólkatalið fer at minka til millum 65 og 70 milliónir í 2060, alt eftir støddini á tilflytarum í mun til fráflyting. Tó hava slíkir spádómar ofta víst seg ikki at halda, og í løtuni er talið á føðingum og tilflytarum vaksandi í Týsklandi og hevur verið tað síðan 2010. Merkisvert er, at talið av vælútbúnum tilflytarum er í stórum vøkstri.[5][6] Í 2012 vóru fráboðanir um 300.000 fleiri tilflytarar enn fólk ið fluttu úr Týsklandi.[7]
Týsk børn fara fyrst í forskúla og síðan í grundskúla. Tíggju ára gomul fara tey í tað, teir rópa Gymnasium, Hauptschule ella Realschule. Fyrst nevndi er bókligur skúli, har næmingarnir taka studentsprógv. Hinir báðir fyrireika næmingarnar til yrkisligar útbúgvingar. Annars er skúlaskipanin ólík í teimum ymsu landspørtunum.
Í Týsklandi kann hvør lutstatur velja sín egna útbúgvingarpolitikk, og hetta ger at skúlaskipanirnar broytast alt eftir hvørjum landsluti ein er í. Í høvuðsheitum er skúlagondin tó rættiliga eins í teimum ymisku landslutunum.
Týsk børn byrja at ganga í skúla, tá tey eru 6 ára gomul. Øll mugu ganga í skúla í minsta lagi í 9 ella 10 ár. Harafturat koma nøkur ár í miðnámsskúla. Samanlagda skúlatíðin er sum oftast í minsta lagi 12 ár.
Umframt teir klassisku universitetsbýirnir (Tübingen, Heidelberg, Jena, Freiburg, Göttingen og fleiri afturat) eru eftir 1945 ein røð av nýggjum universitets- og háskúlum settir á stovn kring um í Týsklandi.
Høvuðsgrein: Týsk mentan
Undir gotiska tíðarskeiðnum blómaði myndahøggara- og málningalistin í Týsklandi og fleiri týskir meistarar fingu týdningarmiklar uppgávur kring um í Evropa. Undir renessansuni eru Lucas Cranach (eldri), Hans Holbein (yngri), Albrecht Dürer og Matthias Grünewald týðandi nøvn.
Av listafólkum frá romantikkini finnur man Caspar David Friedrich, Philipp Otto Runge og Arnold Böcklin.
Størsta navnið í Impressionismuni í Týsklandi er Max Liebermann.
Fyrst í 1900-talinum mentust tveir sera týðandi ekspressionistiskir bólkar í Týsklandi: Die Brücke og Der Blaue Reiter.
Ein av teimum størstu kvinnuligu listafólkunum hetta tíðarskeiðið var Käthe Kollwitz.
Millumkrígsárini í 20. øld vóru fleiri listafólk, sum framdu djarva eksperimenterandi list við listafólkum sum Georg Grosz og dadaistin Max Ernst.
Seinna helming av 20. øld vóru mest týðandi listafólkini t.d. Joseph Beuys, A. R. Penck, Wolf Vostell, Gerhard Richter, Sigmar Polke, Anselm Kiefer, Georg Baselitz og Rosemarie Trockel.
Ein av mest týðandi myndafólkum í 20. øld var August Sander sum, eins og Albert Renger-Patzsch, brúkar listagreinina die Neue Sachlichkeit. Av myndafólkum sum komu fram seinni kunnu nevnast Bernd og Hilla Becher, Andreas Gursky, Wolfgang Tillmans og Candida Höfer.
documenta er millum heimsins størstu og týdningarmiklastu framsýningum við samtíðarlist og verður hildin fimta hvørt ár í Kassel, seinast í 2012 sum dOCUMENTA (13). Næststørsta samtíðarlistaframsýningin í Týsklandi er Berlinbiennalen, sum fer fram í Berlin annað hvørt ár um summarið líka tal (2014, 2016 osfr.).[8]
| | | | | | | | | | ||
Albrecht Dürer Selbstbildnis im Pelzrock, 1500 (fo: Sjálvportrett) |
Lucas Cranach d.ä. Kreuzigung Christi, 1503 (fo: Kristi krossfesting) |
C D Friedrich Der Wanderer über dem Nebelmeer, 1818 (fo: Vallarin yvir myrka havinum) |
Max Liebermann Papageienallee 1902 |
Franz Marc Blaues Pferd, 1918 (fo: Bláur hestur) |
Joseph Beuys under aktionen Filz-TV (fo: Filt-sjónvarp) í Keypmannahavn 1966 Foto: Lothar Wolleh |
Rosemarie Trockel Less Sauvage than Others (Weniger wild als andere) 2007 |
---|
Nógvir av teimum kendastu tónasmiðjunum gjøgnum søguna hjá tí klassiska tónleikinum eru úr Týsklandi. Í barock-tíðini virkaði Johann Sebastian Bach (1685–1750), sum tann møguliga kendasti barocktónasmiðurin av øllum. Sjálvt Ludwig van Beethoven (1770–1827), sum virkaði í tí klassisistiska tíðarskeiðnum, hoyrir til tann absolutt størsta innan klassiskan tónleik. Menning av orkesturtónleiki og ikki minst av symfoniforminum, er Týsklands størsta íkast til tónleikasøguna. Í seinromantikkinum byrjaði ein sterk rørsla móti menning av týskari operuni, sum náddi sítt hæddarpunkt við verkum eftir Richard Wagner og Richard Strauss. Aðrir týdningarmiklir tónasmiðir vóru eitt nú Georg Friedrich Händel, Johannes Brahms, tann ungarskføddi Franz Liszt, Felix Mendelssohn, Robert Schumann, Max Reger, Paul Hindemith, Carl Orff og Kurt Weill. Ein av teimum ið seinni setti síni spor var Karlheinz Stockhausen. Stockhausen var ein av undangongumonnunum innan nýmótanst elektroniskan og elektroakustiskan listtónleik og fyri hetta fekk hann Polar-virðislønina.
Johann S. Bach Toccata et fugue |
Ludwig v. Beethoven Symfoni nr. 5 |
Richard Wagner Die Walküre |
---|---|---|
Týskur tónleikur er ofta knýttur at schlager, har Týskland hevur verið eitt av leiðandi londunum. Schlagern tónleikurin hevði sína stórheitstíð til 1970-árini við artistum sum Peter Maffay og Rex Gildo men eisini útlendskir artister, til dømis Udo Jürgens, Siw Malmkvist, Wenche Myhre og Gitte Hænning. Týskland hevur vunnið Eurovision Song Contest tvær ferðir: 1982 við Ein bisschen Frieden við Nicole og 2010 við Satellite framført av Lena Meyer-Landrut.
Høvuðsgrein: Týskar bókmentir
Nakrir av teimum best kendu týsku rithøvundunum eru Friedrich Schiller, Johann Wolfgang von Goethe, Heinrich von Kleist, Joseph von Eichendorff, E.T.A. Hoffmann, Erich Maria Remarque, Rainer Maria Rilke og dramatikarin Bertolt Brecht. Týskir rithøvundar, ið hava fingið Nobelvirðislønina í bókmentum eru Gerhart Hauptmann, Thomas Mann, Hermann Hesse, Nelly Sachs, Heinrich Böll, Günter Grass og Herta Müller.
Av kendum nýtíðar rithøvundum kunnu eisini nevnast eitt nú Thomas Brussig, Dietmar Dath, Wladimir Kaminer, Daniel Kehlmann, Martin Mosebach, Ulrich Peltzer, Rafik Schami, Bernhard Schlink, Ingo Schulze, Uwe Tellkamp, Uwe Timm og Juli Zeh.
Síðan einaferð í 1980-árunum eru tað komin fleiri og fleiri bókmentahús í Týsklandi (tý: Literaturhaus). Hesi verða í høvuðsheitum rikin av ikki-kommersiellum feløgum og reka eitt fjølbroytt virksemi kring bókmentir, sum t.d. Lesungen (rithøvundar lesa úr og práta um bøkur, meðan áhoyrarar eru til staðar), fyrilestrar, framsýningar, föredrag, utställningar, útbúgvingarskeið osfr.[9] Nøkur bókmentahús hava eisini bókhandil, bókasavn og kaffistovu. Sum fyrimynd fyri henda trendin nýta tey vanliga Literaturhaus Berlin, sum varð stovnað í 1986.
Á tí týska bókamarknaðinum finnast í dag umleið 2.200 virkin bókaforløg.[10] Á hvørjum heysti verður Bókamessan í Frankfurt hildin, hon er heimsins størsta av sínum slag. Næst størst í Týsklandi er Bókamessan í Leipzig, sum verður hildin á hvørjum vári.
Walther von der Vogelweide (uml. 1170 – uml. 1230) |
G.E. Lessing (1729–1781) |
J.W. von Goethe (1749–1832) |
Friedrich Schiller (1759–1805) |
Brøðurnir Grimm (1785–1863) (1786–1859) |
Heinrich Heine (1797–1856) |
Thomas Mann (1875–1955) |
Bertolt Brecht (1898–1956) |
---|---|---|---|---|---|---|---|
Týskland var eitt av teimum londunum, har filmurin mentist tíðliga, og Berlin gjørdist miðdepil fyri tann týska filmin fyrst í 1900-talinum. Týskur filmur hevði sína fyrstu stórheitstíð í 1920- og 1930-árunum við filmum sum Metropolis og Der blaue Engel. Filmsleikstjørnir vóru eitt nú Fritz Lang, F.W. Murnau og Josef von Sternberg. Ufa var Týsklands stóri filmsídnaður áðrenn Seinna heimskríggj.
Undir triðja ríkinum flýddu mong av teimum stóru nøvnunum innan týska filmsídnaðin til USA; umframt fleiri filmsleikstjórar, so fóru sjálvt kendir sjónleikarar sum til dømis Marlene Dietrich. Nazistýrið og propagandaráðharrin Joseph Goebbels tók ræðið á filmsídnaðinum og gjørdi eina røð av ideologiskum propagandafilmum, til dømis Triumph des Willens (sv: Viljans triumf) eftir Leni Riefenstahl. Eftir Seinna heimskríggj skuldi tað vara líka til 1960-árini, áðrenn týskur filmur aftur fekk eina framgongd nýggjum týskum filmum við nýskapandi filmsleikstjórum sum Alexander Kluge, Volker Schlöndorff, Werner Herzog, Rainer Werner Fassbinder og Hans-Jürgen Syberberg.
Verkini hjá dramatikaranum Bertolt Brecht – eitt nú Die Dreigroschenoper (da: Laser og pjalter, sv: Tolvskillingsoperan) – eru blivin spæld kring allan heimin. Eftir kríggið starvaðist Brecht í Eysturberlin.
Kend týsk ítróttafólk
Oktoberstevnan í München er tann størsta av mongu øldrykkjustevnunum, ið verða hildnar um alt Týskland. Hon stendur í fjúrtan dagar, og fleiri milliónir fólk koma hagar. Øl er tjóðardrykkur Týsklands, men teir drekka eisini nógv vín. Væl umtóktur matur, umframt breyð, er til dømis saltklingrur, køkur, kaldir kjøtrættir og ostur. Týskarum dámar ógvuliga væl pylsur, og nógvir landspartar hava sínar uppskriftir.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.