From Wikipedia, the free encyclopedia
Fólkatættleiki er mát fyri, hvussu tætt fólk búgva til dømis í einum landi, í einari oyggj ella í einum býi. Hann er aloftast máldur í íbúgvum á hvørjum km2. Vita vit víddina og íbúgvatalið, er lætt at rokna fólkatættleikan í einum øki (fólkatal/vídd í fólk/km2). Talið vit fáa, sigur okkum, hvussu nógv fólk búgva á hvørjum km2. Eisini er hetta ein háttur at vísa, hvussu stórt øki, hvørt fólk hevur í miðal at ráða yvir í einum ávísum øki. Hvar fólk búgva er sjálvsagt treytað av ávísum umstøðum, tilfeingi, veðurlagi, natúrligum plantuvøkstri, og eisini hvussu landslagið er. Fólkatættleikin í Føroyum er 34,5 fólk/km2 í 2015.
Í USA verða enn nýttar enskar míl, og 1 ensk fermíl er 2,59 ferkilometrar, svarandi til, at 1 ferkilometur er 0,386 fermíl.
Fólkatalið í Føroyum er sostatt 34,5 fólk/km2 × 2,59 km2/mile2 = 89,4 fólk/mile2.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.