29. mars - Eurovision Song Contest 1969 verður hildin í Madrid. Fýra lond fáa sama stigatal og vinna kappingina. Tey vóru: Spania, England, Frakland og Holland. Stigaskipanin var broytt eftir hetta, so sama mistak ikki skuldi endurtaka seg.
Neil Armstrong - Fyrsti maður á mánanum.4. apríl - Fyrsta tilgjørda mans hjartað verður implanterað.
22. apríl - Robin Knox-Johnston verður fyrsti maður at sigla runt heimin uttan steðg.
15. mai- Ein amerikanskur tannáringur, kendur sum Robert R., doyr av mystiskum og ókendum sjúkdómi. Í 1984 verður váttað at talan var um fyrstu HIV/AIDS smittuna í Norðuramerika.
5. juni - Ein altjóða kommunist ráðstevna cerður hildin í Moskva.
8. august - Heimskenda myndin av The Beatles, har teir ganga yvir gøtuna Abby Road, verður tikin av ljósmyndaranum Iain Macmillan.
9. og 10. august - Fylgjarar Charles Manson drepa 7 fólk, har ímillum heimskendu medellina og sjónleikaran Sharon Tate, sum er við barn og gift filmsleikstjóranum Roman Polanski.
15. - 18. august - Woodstock tónleikafestivalurin verður hildin í New York. Fleiri av teimum mest kendu rokk tónleikarum tíðarinnar framføra, og 400.000 ung fólk eru á festival.
20. september - Scooby-Doo teknirøðin verður send í sjónvarpi feyri fyrstu ferð.
5. oktober - Monty Python's Flying Circus verður sent fyri fyrstu ferð á BBC One. Sendirøðin verður heimskend og verður enn endursýnd runt heimin (2014).
Ókendar dagsetningar
Mett verður at HIV/AIDS smittan kemur til USA í gjøgnum Haiti.