Týskt (Deutsch [dɔiʧ] á týskum) er eitt av vesturgermansku málunum og er millum heimsins størstu mál. Týskt er tað málið, ið flest fólk tosa í Evropa. Týskt er samstundis størsta mál í Evropasamveldinum. Yvir 100 milliónir fólk hava týskt sum móðurmál, m.a. 90 mió. í Evropa. Týskt er mest útbreidda móðurmál í Evropa eftir russiskt. Í m.a. vísindum, gransking, handilsskapi og mentan er týskt eitt týðandi mál í øllum heiminum. Týskt og føroyskt hava felags uppruna og líkjast í roynd og veru nógv. Vit siga til dømis hann, hon ella tað um øll navnorð á báðum málunum. Føroyskt og týskt eru eisini bæði fallmál, sum ger, at bygnaðurin líkist nógv. Týsk mállæra hevur so at siga eingi undantøk. Tað ger málið lætt av læra “eftir bókini.” Úttalan og stavsetingin liggja tætt upp at hvørjum øðrum. Nógv orð á føroyskum eru komin úr týskum umvegis danskt.
Týskt Deutsch | ||
---|---|---|
Tosað í: | Eysturríki Belgia Týskland Liktinstein Luksemborg Sveis Pennsylvania Suðurtyrol Suðurjútland Espírito Santo Namibia. | |
Tosandi íalt: | 101 mió. | |
Málætt: | Indoevropeiskt Germanskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | de | |
ISO 639-2: | ger | |
ISO 639-3: | deu
. |
125 milliónir fólk kring allan heim tosa týskt, av teimum 101 millón sum fyrsta mál. Týskt verður fyrst og fremst tosað í Týsklandi, Eysturríki, Liktinstein, Luksemborg í 2/3 av Sveis, í 2/3 av Suðurtyrol (Südtirol) í Italia, í Eysturbelgia og í nøkrum býum í Suðurjútlandi í Danmark. Eisini í Namibiu verður týskt tosað av nógvum fólkum sum móðurmál. Fimtihvør íbúgvi í ES hevur týskt sum móðurmál, og næst eftir enskt er týskt vanligasta fyrsta fremmandamál í Evropa. Men eisini sunnast í Afrika og summastaðni í Suðuramerika (t.d. Espírito Santo í Brasil) eru nógv fólk, sum duga týskt. Í Namibia hevur týskt støðu sum alment viðurkent minnilutamál. Eisini í hinum heimspørtunum eru týskttalandi minnilutar, m.a. í Pennsylvania í USA.
Stavraðið
| |||||
Trupuleika við at hoyra hesa fílu? Sí miðla hjálp. |
Týska stavraðið er bygt á latínska stavraðið. Týskt nýtir 26 bókstavir umframt ä, ö, ü og ß.
Bókstavirnir og framburður teirra:
Úttala | ||
---|---|---|
A | a | /aː/ |
Ä | ä | /ɛː/ |
B | b | /beː/ |
C | c | /t͡seː/ |
D | d | /deː/ |
E | e | /eː/ |
F | f | /ɛf/ |
G | g | /ɡeː/ |
H | h | /haː/ |
I | i | /iː/ |
J | j | /jɔt/; í Eysturríki /jeː/ |
K | k | /kaː/ |
L | l | /ɛl/ |
M | m | /ɛm/ |
N | n | /ɛn/ |
O | o | /oː/ |
Ö | ö | /øː/ |
P | p | /peː/ |
Q | q | /kuː/; í Eysturríki /kveː/ |
R | r | /ɛʁ/ |
S | s | /ɛs/ |
ẞ | ß | /ɛsˈt͡sɛt/ |
T | t | /teː/ |
U | u | /uː/ |
Ü | ü | /yː/ |
V | v | /faʊ̯/ |
W | w | /veː/ |
X | x | /ɪks/ |
Y | y | /ˈʏpsilɔn/; í Eysturríki /ʏˈpsiːlɔn/ |
Z | z | /t͡sɛt/ |
Mállæra
Á týskum, sum á føroyskum, eru fýra føll. Fall merkir her formur hjá kenniorðum, lýsingarorðum, navnorðum og fornøvnum. Tey einstøku liðini í setninginum krevja sítt fall. Grundlið og umsagnarlið til grundlið standa í hvørfalli, hvønnfalsávirki stendur í hvønnfalli, og hvørjumfalsávirki stendur í hvørjumfalli.
Grundtøl | Talorð |
---|---|
0 | null |
1 | eins |
2 | zwei |
3 | drei |
4 | vier |
5 | fünf |
6 | sechs |
7 | sieben |
8 | acht |
9 | neun |
10 | zehn |
11 | elf |
12 | zwölf |
13 | dreizehn |
14 | vierzehn |
15 | fünfzehn |
16 | sechzehn |
17 | siebzehn |
18 | achtzehn |
19 | neunzehn |
20 | zwanzig |
21 | einundzwanzig |
22 | zweiundzwanzig |
30 | dreißig |
40 | vierzig |
50 | fünfzig |
60 | sechzig |
70 | siebzig |
80 | achtzig |
90 | neunzig |
100 | (ein) hundert |
1000 | (ein) tausend |
Kenniorð
Tað óbundna kenniorðið er ein (kallkyn), eine (kvennkyn) og ein (hvørkikyn), og tað bundna kenniorðið er der (kallkyn), die (kvennkyn), das (hvørkikyn) og die (fleirtal).
Tað bundna kenniorðið
Á týskum eins og á føroyskum hava vit fýra føll: hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall og hvørsfall. Á føroyskum broytast navnorðini eftir tí falli, tey standa í, bæði tá tey eru bundin og óbundin. Á týskum fær bundna navnorðið ikki knýtt ending aftur at sær, men bundna kenniorðið, der, die, das ella die verður sett frammanfyri navnorðið og fallbent. Í hvørfalli stendur grundliðið. Grundliðið er tað ella tann, sum er ella ger okkurt. T.d. Hann er glaður, tí hon bakar pannukøkur. Umsagnarlið til grundlið stendur eisini í hvørfalli. T.d.: Hann er ein góður lækni. Í hvønnfalli stendur tann ella tað, sum nakað verður gjørt við. Vit kalla tað liðið fyri hvønnfalsávirki. T.d.: Hann málar bátin.
Her eru dømi um, hvussu navnorð bendast bundin á týskum:
kallkyn | kvennkyn | hvørkikyn | fleirtal | |
---|---|---|---|---|
hvørfall | der Mann | die Frau | das Kind | die Leute |
hvønnfall | den Mann | die Frau | das Kind | die Leute |
hvørjumfall | dem Mann | der Frau | dem Kind | den Leuten |
hvørsfall | des Mannes | der Frau | des Kindes | der Leute |
Tað óbundna kenniorðið
Endingin á óbundna kenniorðinum í flestu føllum er júst sum endingin á bundna kenniorðinum. Tó hevur kallkyn í hvørkikyn og hvørfalli í hvør- og hvønnfalli onga ending. Legg til merkis har sum 1 stendur, er eingin ending. Annars eru endingarnar tær somu sum hjá tí bundna kenniorðinum. Tað óbundna kenniorðið ein bendist soleiðis:
kallkyn | kvennkyn | hvørkikyn | |
---|---|---|---|
hvørfall | ein Mann | eine Frau | ein Kind |
hvønnfall | einen Mann | eine Frau | ein Kind |
hvørjumfall | einem Mann | einer Frau | einem Kind |
hvørsfall | eines Mannes | einer Frau | eines Kindes |
Navnorð
Navnorð kunnu vera óbundin (ein bilur) og bundin (bilurin). Tey kunnu vera eintal (bilur, bilurin) og fleirtal (bilar, bilarnir). Á týskum verður bundna kenniorðið sett frammanfyri navnorðið og bent í føllum. Eitt bundið navnorð á føroyskum hevur ending: bátur-in, bátar-nir. Á týskum hevur navnorðið tað bundna eyðkennið frammanfyri: t.d. das Boot, die Boote. Hesi smáorðini nevna vit kenniorð. Navnorð verða altíð skrivað við stórum bókstavi.
Týsk navnorð hava fimm fleirtalsformar:
- -e: t.d.: die Steine, die Probleme
- -er: die Kinder, die Häuser
- -en: die Motoren, die Menschen
- -s: die Chefs, die Autos
- Nullending: die Lehrer, die Arbeiter
Sagnorð
Sum á føroyskum benda vit sagnorðini í trimum persónum í eintali og í fleirtali og í fimm tíðum. Vit býta sagnorðini sundur í bólkar:
- Hjálparsagnorðni eru trý: haben (at hava), sein (at vera) og werden (at verða, at gerast).
- Tey veikt bendu eru tey allar flestu.
- Tey sterkt bendu eru umleið 150 í tali, men tey verða nógv brúkt.
- Tey blandbendu eru átta: kennen (at kenna), nennen (at nevna), brennen (at brenna), rennen (at leypa), wenden (at venda), senden (at senda), denken (at tenka) og bringen (at taka við). T.d.: sie kennt - sie kannte - sie hat gekannt.
- Háttarsagnorðini eru seks: sollen (at skula), wollen (at vilja), dürfen (at sleppa), müssen (at noyðast), können (at kunna) og mögen (at dáma). Háttarsagnorðini eita soleiðis, tí tey siga nakað um háttin, mátan. Tey standa vanliga saman við vanligum sagnorðum og ávirka tey. T.d.: “eg má fara”, “tú kanst koma”, “hann vil sova”, “tey duga at svimja”.
Fyrisetingarorð
Fyrisetingar eru smáorð, ið sum oftast standa frammanfyri navnorð ella fornøvn og stýra teimum, t.e. gera av, hvørjum falli tey skulu standa í. Nøkur dømi: í hagan, hjá ommu, undir borðinum, til borðs, til Noregs. Fyrisetingar, sum stýra hvønnfalli eru: durch (ígjøgnum), für (fyri), gegen (ímóti), ohne (uttan) og um (rundan um).
Lýsingarorð
Lýsingarorðini standa saman við navnorðum og lýsa tey. Tey kunnu standa bæði frammanfyri og aftanfyri navnorðini: t.d. ein grønur frakki. Frakkin er grønur. Á týskum bendast lýsingarorðini ikki, tá ið tey standa aftanfyri, t.e. sum umsagnarlið til grundlið. T.d.: hann er stórur (er ist groß) ella hon er stór (sie ist groß). Men tá ið tey standa frammanfyri navnorðini, bendast týsk lýsingarorð líka nógv sum føroysk: Vit benda lýsingarorðini sterkt og veikt.
Fornøvn
Fornøvn eru orð, sum vit seta ístaðin fyri navnorð og nøvn. T.d.: Hvar er Hans? Hann er í býnum. Hann er eitt persónsfornavn. Sum á føroyskum bendast fornøvnini í øllum føllum í eintali og fleirtali.
1. pers. | 2. pers. | 3. pers. | |||
---|---|---|---|---|---|
Hvørfall | ich eg |
du tú |
er hann |
sie hon |
es tað |
Hvønnfall | mich meg |
dich teg |
ihn hann |
sie hana |
es tað |
Hvørjumfall | mir mær |
dir tær |
ihm honum |
ihr henni |
ihm tí |
Hvørsfall | meiner mín |
deiner tín |
seiner hansara |
ihrer hennara |
seiner tess |
1. pers. | 2. pers. | 3. pers. | |||
---|---|---|---|---|---|
Hvørfall | wir vit |
ihr tit |
sie teir |
sie tær |
sie tey |
Hvønnfall | uns okkum |
euch tykkum |
sie teir |
sie tær |
sie tey |
Hvørjumfall | uns okkum |
euch tykkum |
ihnen teimum |
ihnen teimum |
ihnen teimum |
Hvørsfall | unser okkara |
euer tykkara |
ihrer teirra |
ihrer teirra |
ihrer teirra |
Tygum (Sie) er fleirtal sum á føroyskum og bendist soleiðis:
Hvørf. | Sie | tygum |
Hvønnf. | Sie | tygum |
Hvørjumf. | Ihnen | tygum |
Hvørsf. | Ihrer | tygara |
Hvørfallsformurin hjá persónfornøvnunum verður ikki so nógv brúktur. Men vit siga tó á føroyskum: til mín, til tykkara, til teirra. Á týskum eitur tað til dømis “Er kam statt deiner" (hann kom ístaðin fyri teg) og “Er nahm sich ihrer an” (hann tók sær av henni).
Sambindingarorð
Bókmentir
Johann Wolfgang von Goethe (1749–1832) |
Friedrich Schiller (1759–1805) |
Brøðurnir Grimm (1785–1863) |
Thomas Mann (1875–1955) |
Hermann Hesse (1877–1962) |
---|---|---|---|---|
Bøkur
- André Niclasen: Týsk mállæra á grundstigi. Tórshavn, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1992. 67 síður.
- André Niclasen: Deutsch schreiben. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur, 2001. (74 síður) - ISBN 99918-0-287-8
- Richard Kölbl: Färöisch Wort für Wort. Bielefeld: Reise Know-How Verlag, 2004. (160 síður, við orðalista føroyskt-týskt-føroyskt) - ISBN 3-89416-350-X
Orðabøkur
týskt-týskt
- Duden: Deutsches Universalwörterbuch - plus CD. Mannheim: Bibliographisches Institut, 2003. ISBN 3-411-71422-0 (1900 síður, 250.000 greinir, upplýsning um orðanýtslu, yrkisøki, stílvirði, bending,... við fløgu). (les meira...)
- Duden: Deutsch als Fremdsprache: Standardwörterbuch. Mannheim: Bibliographisches Institut, 2002. ISBN 3-411-71731-9 (les meira...)
Fleiri upplýsingar
- George O. Curme, A Grammar of the German Language, New York 1922.
- Fausto Cercignani, The Consonants of German: Synchrony and Diachrony, Milan 1979, ISBN 88-205-0185-6.
- W. B. Lockwood, German Today: The Advanced Learner's Guide, Oxford 1987, ISBN 0-19-815850-5.
- Anthony Fox, The Structure of German, Oxford 2005, ISBN 0-19-927399-5.
- Wolfgang Krischke, Was heißt hier Deutsch? – Kleine Geschichte der deutschen Sprache, München 2009, ISBN 978-3-406-59243-0.
- Peter von Polenz, Geschichte der deutschen Sprache, Berlin 2009, ISBN 978-3-11-017507-3.
- Ruth H. Sanders. German: Biography of a Language, Oxford 2010.
Ávísingar úteftir
- dwds.de - Der deutsche Wortschatz von 1600 bis heute. (Orðabók týskt)
- wortschatz.informatik.uni-leipzig.de - Wortschatz-Portal Uni Leipzig (Orðabók týskt)
- duden.de - Duden online - Onlinewörterbuch. (Orðabók týskt)
- bab.la - Language Portal (Orðabók týskt-enskt-týskt)
- German 101 German for beginners and travelers (English)
- Vokabeldatei Färöisch - Deutsch Archived 2005-03-09 at the Wayback Machine (uml. 4000 orð)
- Färöisch für Touristen (PDF-fila, 68 síður)
- Dict.Leo.org (Orðabók týskt-enskt-týskt)
- free-dictionary-translation.com
Sí eisini
Wikiwand in your browser!
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.