Remove ads
From Wikipedia, the free encyclopedia
Estland er lýðveldi í Norðurevropa. Í suðri hevur Estland mark við Lettland, í eystri við Russland, og í vestri við Eystrasalt og í norðri við Finnlandsfjørðin. Høvuðsstaðurin er Tallinn.
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Mu isamaa, mu õnn ja rõõm | |||
Alment mál | Estiskt | ||
Høvuðsstaður | Tallinn | ||
Forseti | Alar Karis | ||
Forsætisráðharri | Kaja Kallas | ||
Fullveldi | Frá Russlandi 24. februar 1918, mist juni 1940, frá Sovjetsamveldinum 20. august 1991 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
45 339 km² 4,56 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2017 - tættleiki |
1 315 635 29.0/km² | ||
Gjaldoyra | Evra | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ee | ||
Telefonkota | +372 | ||
Estland hevur verið bygt í minsta lagi síðan ár 9000 f.Kr.[1]
Landið er sum øll tey baltisku londini slættlendi, men ikki er meira enn fjórðingurin av tí dyrkaður. Hetta kemur av tí, at jørðin nógvastaðni er so botnvát, at hon ber einki uttan gras. Í støðum eru stórar mýrar, sum teir skera torv í. Mitt í landinum er jørðin betri, og har velta teir væl av korni. Stórir skógir vaksa ymsastaðni, og hópur av viði verður útfluttur.
Í mei 2008 varð Jóhan Páll Joensen útnevndur til konsul fyri Estland av Matti Maasikas aðalskrivara í estlendska uttanríkisráðnum.
Av ídnaðarvaru gera teir pappír, sement og klæði. Nú á døgum er stórur búskaparvøkstur í Estlandi. Hagtøl fyri tann fyrsta ársfjórðingin í 2011 vísa, at bruttotjóðarframleiðslan var 2,1 prosent størri enn í oktober ársfjórðingi í 2010. Samanborið við januar ársfjórðing í 2010 var vøksturin 8,1 prosent. Hagtølini eisini vísa, at útflutningurin av ídnaðarvørum er vaksin heili 53 prosent samanborið við januar ársfjórðing í 2010. Hinvegin er inflasjónin framvegis stór, 5,4 prosent [2].
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.