From Wikipedia, the free encyclopedia
Evropeisku leikirnir 2015 er tann fyrsta útgávan av evropeisku leikunum og varð fyriskipað í Baku, Aserbadjan í døgunum 12. juni - 28. juni. Leikirnir eru ein fleiítróttastevna, har ið ítróttafólkini umboða olympisku í Evropa. Tilsamans kappaðust umleið 6000 ítróttafólk úr 50 londum í 20 ítróttagreinum.[1][2]
Baku Evropeisku leikir 2015 | |||
---|---|---|---|
Vertsbýur | Baku, Aserbadjan | ||
Luttakandi tjóðir | 50 | ||
Luttakandi ítróttafólk | 6067 | ||
Kappingar | 253 í 20 ítróttagreinum | ||
Byrjunarhátíðarhald | 12. juni | ||
Endahátíðarhald | 28. juni | ||
Alment latið upp av | Ilham Aliyev | ||
Torch Lighter | Ilham Zakiyev, Said Guliyev, Aydemir Aydemirov og Nargiz Nasirzade | ||
Høvuðsleikvøllur | Baku National Stadium | ||
Heimasíða | www.baku2015.com | ||
|
Umleið 6 000 ítróttafólk úr 50 evropeiskum londum luttaka í fyrstu útgávuni av leikunum. Tað eru Olympisku Nevndirnar, ið fyriskipa leikunum, og tí sleppa Føroyar ikki at luttaka sum tjóð. Hesaferð sluppu tó fimm ungir svimjarar at luttaka - tó ikki undir Merkinum - á svimjikappingum á leikunum, hetta tí at Føroyar í fleiri ár hava luttikið í Evropameistarastevnuni fyri Ung (EMU), sum hesaferð altso er lagt saman við Evropeisku leikunum. Føroyskur luttakarnir vóru: Marius Ihlen Gardshodn, Ásbjørg Hjelm, Signhild Joensen, Maria Bjarnastein Antoft og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard.[3] Russland hevði størsta hópin við 359 ítróttafólkum. [4]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.