From Wikipedia, the free encyclopedia
Kroatia er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Kroatia mark við Slovenia og Ungarn, í eystri við Serbia, og í suðri við Bosnia-Herzegovina og Montenegro. Høvuðsstaður er Zagreb og aðrir stórir býir eru Split, Rijeka og Osijek. Landið hevur umleið 5 mió íbúgvar. 1. juli 2013 gjørdist Kroatia limur í ES.
| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: Lijepa naša domovino | |||
Alment mál | Kroatiskt | ||
Høvuðsstaður | Zagreb | ||
Forseti | Kolinda Grabar-Kitarović | ||
Forsætisráðharri | Zoran Milanović | ||
Fullveldi | 1991 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
56 592 km² | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
4 284 889 75,8/km² | ||
Gjaldoyra | Kuna | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .hr | ||
Telefonkota | +385 | ||
Í mong hundrað ár var Kroatia partur í keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn, til tað fór upp í Jugoslavia í 1918. Tá ið Jugoslavia fór sundur í 1991, var Kroatia fyrsta land, ið lýsti seg sjálvstøðugt ríki. Næstan beinanvegin tóku serbiskar herderdeildir seg inn í landið, og aldargamla hátrið ímillum kroatar og serbar elvditil kríggj og ófrið, sum tók seg upp í øllum londunum í gamla Jugoslavia. Í Kroatia er nógv olja, kol og bauxit.
Fólkatalið var á 4,190,700 í januar 2016. 90.4 % kroatar, 4.5 % serbar, 5.1 % onnur (italiumenn, slovenar, ungverjar, albanar, kekkar, montegrinar, makedónar, sigoynarar, ruthenar).
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.