Andorra

From Wikipedia, the free encyclopedia

Andorra
Remove ads

Andorra (katalanskt: Andorra), alment: Prinsadømið Andorra (katalanskt: Principat d'Andorra) er eitt lítið landfast land í Útsynningsevropa í eystaru Pyreneunum og hevur mark við Spaniu og Frakland.

Principat d'Andorra
Prinsadømið Andorra
Thumb
(Flagg Andorra)
Thumb
(Skjaldarmerki Andorra)
Tjóðarslagorð:
Virtus Unita Fortior
Tjóðsangur: El Gran Carlemany, Mon Pare

Hin stóri Karlamagnus, faðir mín

Thumb
Alment mál Katanlanskt
Høvuðsstaður Andorra la Vella
Spania hjáprinsur
Franskur hjáprinsur
Joan Enric Vives i Sicília
Emmanuel Macron
StjórnarleiðArif Xavier Espot Zamora
Fullveldi Paréage 1278
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
468 km²
0
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
76 098
162/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki GMT +1
Økisnavn á alnetinum .ad
Telefonkota +376

Høgt uppi í Pyrineafjøllum, á markinum ímillum Fraklands og Spania, er lítla landið Andorra. Landið er fríríki, og stjørnarovastar eru spanski biskupurin av Uruguel í landnyrðingsspania og franski forsetin í felag. Katanlanskt er alment mál; men mong tala eisini franskt og spanskt. Einasti stóri býur í landinum er høvuðsstaðurin, Andorra la Vella.

Remove ads

Navnið "Andorra" er av ókendum uppruna, men (sambært Joan Coromines) heilt vist fyrirómverskt.

Søga

Høvuðsgrein: Andorrisk søga

Politikkur

Høvuðsgrein: Andorriskur politikkur

Landið verður stýrt av einum tingi (Consell General) við 28 tingmonnum, sum velja ein syndikus og tveir hjálparmenn til at hava umsitingina í hondum.

Kommunur

Høvuðsgrein: Kommunur í Andorra
Thumb

Andorra hevur sjey kommunur, ið verða nevndar comuns (eintal comú):

  • Andorra la Vella
  • Canillo
  • Encamp
  • Escaldes-Engordany
  • La Massana
  • Ordino
  • Sant Julià de Lòria

Landafrøði

Høvuðsgrein: Andorrisk landafrøði

Á markinum millum Spania og Frakland er víðført fjallalendi, Pyreneurnar. Hetta eru høg fjøll, summir topparnir fara upp um 3,000 m. Í einum dali uppi millum fjøllini er eitt lítið sjálvstøðugt land, Andorra. Andorra er bert 468 ferkilometrar til ummáls. Føroyar eru tríggjar ferðir størri enn Andorra.

Búskapur

Høvuðsgrein: Andorriskur búskapur

Fólkasamanseting

Høvuðsgrein: Andorrisk fólkasamanseting

Tann rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Andorra; umleið 88 % av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2011.[1]

Mál

Tað almenna málið er katalanskt, men tó eru tað mong, ið tosa spanskt. Í Andorra hevur eisini spanskt støðu sum alment viðurkent minnilutamál.

Meira kunning Móðurmál, % ...
Remove ads

Mentan

Høvuðsgrein: Andorrisk mentan

Sí eisini

Ávisingar úteftir


Keldur

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads