From Wikipedia, the free encyclopedia
Skrásett parlag er parlag millum tvey vaksin menniskju. Parlagið verður skrásett fyri at tryggja arv og fíggjarlig viðurskifti í einum parlagi og kann í summum londum nýtast av bæði hetero- og homopørum. Til dømis er hettar galdandi í Grønlandi, Bretlandi, Íslandi, Finnlandi, Svøríki, Noregi og Danmark. Í USA er tað ymiskt frá ríki til ríki. Føroyar eru einasta landið í Norðurlondum, sum enn ikki hevur samtykt lóg um skrásett parlag [1].
Danmark verður í 1989 fyrsta landið í heiminum, ið innførur skrásett parlag fyri fólk av sama kyni. Axel og Eigil Axgil verða tí fyrstu giftu samkyndu fólkini í heiminum [2]. Lógin um skrátsett parlag verður ikki sett í gildi í Føroyum, men fleiri samkyndir føroyingar hava hinvegin valt at gifta og búseta seg í Danmark og øðrum londum, har lógin er galdandi.
7. juni 2012 samtykti Fólkatingið eina nýggja lóg, ið gevur heimild til at samkynd pør kuunu giftast á sama hátt sum hinskynd. Lógin kom í gildi 15. juni sama árið. Harvið gjørdist hjúnabandið kynsóheft, men skrásett parløg ið eru skrásett áðrenn hjúnabandslógin frá 2012 kom í gildi, halda fram við at vera galdandi og kunnu eisini broytast til hjúnaband.[3]
Í Føroyum kunnu samkynd hvørki fáa skrásett parlag ella giftast. Í november 2015 varð uppskot tagt fyri Løgtingið um at seta hjúnabandslógina í gildi fyri Føroyar. Lógin kemur til aðru viðgerð í mars 2016.
Hvørki skrásett paralag ella kynsleyst hjúnarlag er galdandi í Føroyum.
Listi yvir lond
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.