Premier League 2017-18
From Wikipedia, the free encyclopedia
Premier League 2017-18 var tann 26. sesongin í Premier League, ið er hægsta fótbóltsdeildin í enskum fótbólti, síðan deildin varð stovnað í 1992. Sesongin byrjaði 12. august 2017 og vardi til 13. mai 2018.[1]
Chelsea var forsvarandi meistari, meðan Newcastle, Brighton & Hove Albion og Huddersfield Town vóru nýggj lið í deildini, eftir at liðini fluttu upp úr Football League Championship 2017-18.[2][1]
Manchester City vann sín triðja Premier League tittul og sín 5. enska meistaraheitið.[3]
Niðurflytarar gjørdust Swansea City, Stoke City og West Bromwich Albion.[3]