West Bromwich Albion F.C.
From Wikipedia, the free encyclopedia
West Bromwich Albion Football Club er eitt fótbóltsfelag úr enska býinum West Bromwich. Besta liðið, ið millum manna verður kallað The Baggies, kappast í ovastu ensku fótbóltsdeildini, Premier League.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/2/22/The_Hawthorns_2013-12-21.jpg/640px-The_Hawthorns_2013-12-21.jpg)
Fótbóltfelagið varð sett á stovn í 1878. Tað er eitt av teimum tólv feløgunum, ið stovnaðu The Football League í 1888. Felagið spælir sínar heimadystir á The Hawthorns í West Bromwich, sum rúmar 26.688 fólkum.[1] Venjarin hjá besta liðinum er Sam Allardyce. Hann tók við í desember mánaði 2020.[2]
West Bromwich liggur í ein útnyrðing av enska stórbýnum Birmingham, í einum øki sum kallast West-Midlands, nakað miðskeiðis millum London og Liverpool.