Íslendska fótbóltslandsliðið
From Wikipedia, the free encyclopedia
Íslendska fótbóltslandsliðið hjá monnum (íslendskt: Íslenska karlalandsliðið í knattspyrnu) er fótbóltslandsliðið hjá Íslandi, ið verður stýrt av Knattspyrnusamband Íslands (Fótbóltssamband Íslands).[4]
Eyknevni | Strákarnir okkar (Dreingir okkara) | ||
---|---|---|---|
Samband | Knattspyrnusamband Íslands (KSÍ) | ||
Samgonga | UEFA (Evropa) | ||
Høvuðsvenjari | Heimir Hallgrímsson | ||
Hjálparvenjari | Helgi Kolviðsson | ||
Liðskipari | Aron Gunnarsson | ||
Vara-liðskipari | Kolbeinn Sigþórsson | ||
Flestir dystir | Rúnar Kristinsson (104) | ||
Toppskorari | Eiður Guðjohnsen (26) | ||
Heimastadion | Laugardalsvöllur | ||
FIFA kota | ISL | ||
FIFA støða | 22 (7 June 2018) | ||
Hægsta FIFA støða | 18 (Februar–mars 2018) | ||
Lægsta FIFA støða | 131 (Apríl–juni 2012) | ||
Elo støða | 42 (27. juni 2018) | ||
Hægsta Elo støða | 19 (Oktober 2017) | ||
Lægsta Elo støða | 128 (August 1973) | ||
| |||
Fyrsti altjóðadystur | |||
Óalmenni: Føroyar 0–1 Ísland (Føroyar; 29. juli 1930)[1] Official: Ísland 0–3 Danmark (Reykjavík, Ísland; 17. juli 1946)[2] | |||
Størsti sigur | |||
Óalmenni: Ísland 9–0 Føroyar (Keflavík, Ísland; 10. juli 1985) Almenni: Ísland 5–0 Malta (Reykjavík, Ísland; 27. juli 2000)[3] | |||
Størsta tap | |||
Danmark 14–2 Ísland (Keypmannahavn, Danmark; 23. august 1967) | |||
World Cup | |||
Luttøka | 1 (Fyrsti í 2018) | ||
Besta úrslit | 28 (bólkaspæl), (2018) | ||
Evropameistaraskapurin | |||
Luttøka | 1 (Fyrsta í 2016) | ||
Besta úrslit | Kvartfinala |
Sjálvt um Ísland er ein av smáu tjóðunum í Evropa, so hevur íslendska fótbóltslandsliðið klárað seg væl í 21. øld. Í undankappingini til HM í fótbólti 2014, náddi Ísland at koma til play-off, har teir taptu móti Kroatia. Ísland kom við til sína fyrstu stóru kapping, EM í fótbólti 2016, eftir eina undankapping har ið Ísland eitt nú vann bæði heima og úti ímóti Niðurlondum. Ísland gjørdist tá minsta landið, ið nakrantíð hevur kvalifiserað seg til eina so stóra kapping sum EM. Ísland kom í bólk F saman við Eysturríki, Ungarn og Portugal. Birkir Bjarnason skoraði fyrsta málið hjá Íslandi í hesi fyrstu stóru kappingini, tað hendi í 50. minutti móti Portugal í fyrsta dystinum hjá Íslandi í bólkaspælinum, dysturin endaði við javnleiki 1-1.[5] Ísland spældi eisini javnt 1-1 móti Ungarn og vann seinasta dystin í endaspælinum 2-1 móti Eysturríki. Eftir at liðið kom í knockout umfarið, vann Ísland 2-1 móti Onglandi í ottandapartsfinaluni, og kom víðari til kvartfinaluna. Ísland tapti kvartfinaluna 5-2 móti Fraklandi og kom ikki víðari. Heimafturkomnir varð íslendska landsliðið og venjrarar teirra fagnað av íslendska fólkinum. Viðhaldsfólkini og landsliðið gjørdist kent undir EM fyri teirra sermerkta HUHH herróp, ið tey róptu í kór ferð eftir ferð, meðan tey høvdu pausu imillum, har tey klappaðu einaferð, við ørmunum langt upp um høvd og øll í senn. Venjarar Íslands undir EM 2016 vóru Lars Lagerbäck og Heimir Hallgrímsson.