From Wikipedia, the free encyclopedia
Susvim er svimjifelag í Suðuroynni, sum varð stovnað 6. september 2007. Orðið Susvim er stytting av Suðuroyar Svimjifelag. Marlon Kjærbo er formaður í Susvim. Áðrenn nýggja felagið varð stovnað, vóru tvey svimjifeløg í Suðuroynni, tey vóru Tvøroyrar Svimjifelag (stovnað 6. mars 1964) og Vágs Svimjifelag. Høvuðsvenjari hjá felagnum er Jón Bjarnason. Tey fyrstu árini, fram til Páls Høll læt upp í oktober 2015, fór venjingin fram í 25 metra svimjihyli í Vágs Svimjihøll í Vági og í 12,5 metra svimjihyli á Tvøroyri. Fyrr var neyðugt at fara av landinum fyri at venja í langhyli (50-metrar), men eftir at Páls Høll varð bygd við Føroya fyrsta langhyli á 50 metrar, er ikki longur neyðugt at fara av landinum á venjingarlegu. Páls Høll liggur á Oyrunum á syðra armi av Vágsfirði, beint eystanfyri SEV-verkið (Vágsverkið), soleiðis at avlopshitin frá verkinum, ið fyrr rann á sjógv, nú verður nýttur til at upphita svimjihylin í Páls Høll.
Í jólaferiuni 2015 vandi Susvim sera hart, har summi svumu upp til 100 km um vikuna, og í januar 2016 settu tey nógv nýggj føroysk met og juniormet. Ein stevna varð hildin í Páls Høll 9. januar 2016, Susvim Stevnan 2016, og frá 22. til 24. januar 2016 luttók Susvim á Reykjavík Internation Games 2016 við sera góðum úrslitum. Tá ið RIG 2016 var liðugt, skrivaði formaðurin í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu, at tað fram til 24. januar 2016 vórðu sett 12 nýggj føroysk met og 17 føroysk juniormet, ella 29 met tilsamans, og harav átti Susvim øll uttan tvey. Rókur hugleiddi um, at hann ivaðist ikki í, at harða venjingin hevði nógv at siga, men samstundis metti hann eisini, at tað at suðuroyingar nú høvdu fingið ein langhyl at venja í dagliga hevði gjørt stóran mun, og at suðuroyingarnir nú runnu undan øllum hinum føroyingunum, ið ikki høvdu ein langhyl at venja í dagliga. Formaðurin endaði við at siga: Norðingarnir munnu fara at klára seg væl eisini, sum vit millum annað sóu at svimjararnir úr Ægir og Reysta gjørdu, nú í Reykjavík. Men tað er gott nokk ein gloypibiti at svara aftur, tá ið tokið úr Pálshøll longu koyrir við fullari ferð, út í heim.[1]
Susvim vann flest heiðursmerki á FM stevnuni, sum var í Havn 16. til 18. mai 2014, bæði í kappingunum millum juniorar og millum tey vaksnu. Pál Joensen hjá Susvim varð eftir kappingina kosin Ársins svimjari og var eisini tann svimjarin, ið fekk flest FINA stig til eina kapping. Susvim átti eisini bæði stjørnuskotini: Róland Toftum hjá monnum og Sára R. Nysted hjá kvinnum.[2] Susvin harrar settu nýtt føroyskt met í 4 x 50m frí við tíðini 1:34.96, teir svumu allir undir 24 sekund: Høgni Simonsen 23.62, Dánjal Martin Hofgaard 23.94, Eyðbjørn Joensen 23.65, Róland Toftum 23.75.[3]
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
Suðuroyar Svimjifelag | 17 | 13 | 5 |
Ægir | 12 | 8 | 7 |
Havnar Svimjifelag | 9 | 12 | 15 |
Reysti | 1 | 5 | 5 |
FLOT | 0 | 2 | 4 |
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
Suðuroyar Svimjifelag | 17 | 13 | 5 |
Ægir | 14 | 14 | 9 |
FLOT | 5 | 0 | 2 |
Havnar Svimjifelag | 4 | 16 | 15 |
Reysti | 0 | 0 | 4 |
Susvim vann flest heiðursmerki á FM stevnuni, sum var í Havn 9. til 11. mai 2013, bæði í kappingunum millum juniorar og millum tey vaksnu. Pál Joensen hjá Susvim varð eftir kappingina kosin Ársins svimjari og fekk eisini handað steyp, tí hann var tann svimjarin, ið fekk flest FINA stig til eina kapping.
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
Suðuroyar Svimjifelag | 23 | 9 | 11 |
Havnar Svimjifelag | 10 | 16 | 13 |
Ægir | 7 | 11 | 6 |
Reysti | 0 | 3 | 1 |
FLOT | 0 | 1 | 2 |
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
Suðuroyar Svimjifelag | 21 | 9 | 7 |
Havnar Svimjifelag | 14 | 16 | 13 |
Ægir | 7 | 17 | 20 |
Reysti | |||
FLOT |
SuSvim vann HS stevnuna, sum var 5. februar 2011 í Havn fyri børn í bólki 1 til 4. Býtið av heiðursmerkjum var soleiðis:
Húni Vestergaard (føddur 1999) úr SuSvim vann flest heiðursmerki: 8 gull og 4 silvur. 10 tey bestu vóru hesi:
Reystastevna var í Leirvík 22. januar 2011. Kappingin var fyri tey smærru børnini, sum eru fødd í 2001 og seinni. Úrslitið av kappingini gjjørdist, at SuSvim vann allar kappingarnar. Susvim vann 16 gull, 8 silvur og 4 bronsu heiðursmerki. Havnar Svimjifelag vann næstflest við 7 silvurheiðursmerkjum og 1 bronsu. Reysti vann triðflest við 1 silvur og 8 bronsu, og Fuglafjarðar Svimjifelag vann fjórflest við 2 bronsu.[5]
Í 2010 var Susvim tað svimjifelag í Føroyum, sum vann flest FM heiðursmerki, felagið vann 20 gull heiðursmerki í FM svimjing. Listin yvir gull heiðursmerki er hesin:
Í 2009 vann Susvim 31 gull heiðursmerki av 42 møguligum. Føroyameistara stevnan var
Soleiðis vóru gull heiðursmerkini býtt teir tríggjar dagarnar, ið FM svimjikappingin vardi:
Fríggjadag 11 FM gull til Susvim, 2 til HS og 1 til FS
Leygardag 10 FM gull til Susvim, 2 til HS og 2 til FS
Sunnudag 10 FM gull til Susvim, 2 til HS, 1 til FS og 1 til FLOT
Sostatt vann Susvim í alt 31 gull heiðursmerki, Havnar Svimjifelag vann 6 gull heiðursmerki, Fuglafjarðar Svimjifelag vann 3 gull heiðursmerkið og FLOT vann eitt. [6]
FM fyri juniorar var eisini hildin, har gjørdist Susvim nummar tvey við 11 gull heiðursmerkjum. Gull vinnnarnir vóru hesi feløg:
Susvim luttók í svimjikappingini Ægir National, sum var í Klaksvík í Desember 2008. Susvim gjørdist stóri vinnarin og vann 21 gull heiðursmerki.
Susvim hevur fleiri svimjarir, sum eru á høgum altjóða støði. Kendastur av teimum er Pál Joensen, sum vann silvur heiðursmerki til EM á langbana í 1500 m frí. Fyrstu ferð hann gjørdi stórt avrik úti í heimi í altjóða kapping, var tá hann vann trý gull heiðursmerki á Evropameistarastevnuni fyri juniorar í Beograd í 2008. Síðan hevur hann sum nevnt eisini gjørt seg galdandi í altjóða kappingum fyri vaksin. M.a. vann hann silvur á EM á langgeil í 2010, silvur á EM á stuttgeil í 2013, tvey silvur heiðursmerki í 1500 og 800 metrum á EM í Berlin 2014 á langgeil, og bronsu á HM á stuttgeil í 2012, øll heiðursmerkini vóru vunnin í 1500 m frí. Hann hevur eisini vunnið gull á fleiri World Cup stevnum, eitt nú í Moskva í 2009.[7] Í mai 2014 vann hann sítt FM-gullheiðursmerki nummar 100, fyrst í øllum kappingum yvirhøvur, íroknað liðkappingar, men tann seinasta kappingardagin, sum var 18. mai 2014, vann hann eisini gull heiðursmerki nummar 100 í einstaklingakappingum.[8]
Í 2011 sá nevndin hjá Susvim soleiðis út:
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.