Vágs Svimjihøll
From Wikipedia, the free encyclopedia
Vágs Svimjihøll er ein svimjihøll í Vági. Høllin hevur ein svimjihyl, sum er 25 metrar langur og hevur fýra banar. Svimjihøllin í Vági læt upp í 1979 og er bygd saman við Vágs Skúla. Inngongdin er frá Toftavegi. Skúlabørnini í syðru helvt av Suðuroynni brúka svimjihøllina sum partur av teirra undirvísing. Svimjihøllin er opin umleið annan hvønn dag, mánadag, mikudag, fríggjadag og leygardag fyri almennari svimjing. Harumframt brúkar svimjifelagið Susvim svimjihøllina til teirra svimjivenjingar.
Útvortis ávisingar
- Vagur.fo[deyð leinkja], Heimasíðan hjá Vágs kommunu.
- Susvim.mono.net, Heimasíðan hjá Susvim (Suðuroyar Svimjifelag).
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.