From Wikipedia, the free encyclopedia
Frumtøl, eisini nevnd primtøl á føroyskum, eru teljitøl, sum eru størri enn 1, og sum bara 1 og talið sjálvt ganga upp í.
Talskipanir í støddfrøði. | |
Grundleggjandi | |
Teljitøl {0,1,2,3..} | |
Talsløg og serstøk tøl | |
Nominel |
Røðin av frumtølum byrjar soleiðis: [1]
Á júst sama hátt sum tað ikki finst eitt tal, sum er størri enn øll onnur, so finst eiheldur nakað frumtal, ið er størst.[1]
Gomlu grikkarnir kendu væl til frumtøl. Fyri einum 2300 árum síðani skrivaði Euklid eitt støddfrøðiligt verk í 13 pørtum, ið vanliga verður nevnd Euklids Elementir. Euklid, ið livdi uml. ár 300 f.Kr., var ein grikskur støddfrøðingur, men virkaði við tað stóra bókasavnið í Aleksandria í Egyptalandi — tískil verður hann ofta róptur Euklid úr Aleksandria. Verkið Euklids Elementir er helst tann lærubókin, ið hevur havt størstu ávirkan og bestu eydnuna nakrantíð, og hevur hon lagt lunnar undir alla nútíðar støddfrøði. Hetta verk hevur fleiri týdningarmikil úrslit um frumtøl.[1]
Frumtølini eru tey heilu positivu tølini, ið hava tveir positivar deilarar.[1]
Setningur (Euklid)
Tað eru óendaliga nógv frumtøl.[1]
Setningur (Euklid)
Um eitt frumtal gongur upp í faldið , so gongur upp í ella í .[1]
Setningur (Euklid)
Eitthvørt heilt tal størri enn 1 kann skrivast sum eitt fald av frumtølum
,
har — og hetta kann bert gerast á ein hátt. Vit siga, at vit hava loyst í frumvaldir.[1]
Frumtalstvíburar eru frumtalpør, sum eru skipað á tann hátt, at millum tað fyrra frumtalið og tað seinna frumtalið er ikki meira enn eitt tal, t.v.s .
Røðin av frumtalstvíburum byrjar soleiðis:
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.