From Wikipedia, the free encyclopedia
Eitt desimaltal er eitt tal við komma í. Vit nevna tey eisini kommatal. Ein máti at skriva tøl, sum ikki eru heil, er at skriva tey sum desimaltøl. Kommað skilir tann heila partin av talinum frá tí partinum av talinum, sum er minni enn eitt. Vinstrumegin kommað stendur tann heili parturin av talinum. Høgrumegin kommað standa fyrst 10-partar (tíggjundapartar), so 100-partar (hundraðpartar), 1000-partar (túsundapartar), o.s.fr. Tølini aftanfyri kommað nevna vit desimalar, og tí eitur eitt tal við komma í eitt desimaltal. Desimaltøl verða býtt sundur í endalig desimaltøl og óendalig desimaltøl. Í einum endaligum desimaltali vita vit, hvussu nógvir desimalar eru í talinum, t.d. . Endalig desimaltøl ber til at gera til brot, har nevnarin er ein potensur av 10: 63/100. Eru óendaliga nógvir desimalar í einum desimaltali, nevna vit tað eitt óendaligt desimaltal. Nøkur dømir: π (3,141592…), (1,414213…), 1/3 (0,333333…).
Talskipanir í støddfrøði. | |
Grundleggjandi | |
Teljitøl {0,1,2,3..} | |
Talsløg og serstøk tøl | |
Nominel |
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.