From Wikipedia, the free encyclopedia
Planet Awards (Planet Award) er føroysk virðisløn ella heiðursløn sum verður latin á hvørjum ári til ymiskar bólkar og einstaklingar innan føroyskan tónleik, sum onkursvegna hava skarað framúr. Tað er Miðlahúsið: Sosialurin, Rás2 og Portal.fo sum standa fyri handanini av virðislønunum. Tað eru lesarar og áhoyrarar hjá hesum fjølmiðlum, sum kunnu atkvøða við at senda sms boð til tann tónleikara, sangara ella tónleikabólk. Tey tónleikanøvnini sum hava fingið flestar atkvøður vinna so heiðurslønir. Fyrireikararnir velja sjálvir, hvønn teir vilja heiðra við Planet Herðaklappinum. Í 2013 varð portal.fo selt til Knassar. Sosialurin gavst tá at skriva tíðindi á portal.fo og fekk sær tíðindaportalin in.fo í staðin. Planet.fo er ein partur av portal.fo, og m.a. tí gavst árliga tiltakið Planet Awards. Stutt fyri jól 2013 kunngjørdi Miðlahúsið, at tey fara at gera eitt annað og størri tónleikatiltak ístaðin, sum eisini fer at heiðra føroyskum tónleiki og tónleikarum, tað verður ikki hildið millum jól og nýggjár, sum Planet Awards var, men nakað seinni, tiltakið verður fyriskipað saman við øðrum.[1] Planet Awards 2012 gjørdist sostatt seinasta tiltakið við hesum heitinum. Í 2014 varð ein nýggj føroysk tónleikavirðisløn sett á stovn við heitinum Faroese Music Awards (FMA) ella á føroyskum: Føroysku tónlistavirðislønirnar. Tær fyrstu virðislønirnar verða handaðar 15. mars 2014 í Norðurlandahúsinum. Tað eru Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið, ið standa fyri tilnevningum og handanum av tónleikavirðislønunum.
Planet heiðurlønirnar verða bólkaðar soleiðis:
Harumframt verður latið "Planet Herðaklapp", eisini rópt "Ársins Herðaklapp".
Vinnararnir av Planet Awards 2010 vóur hesi:
Í 2010 komu tveir nýggir bólkar við:
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.