From Wikipedia, the free encyclopedia
Lýðveldið Mali (Franskt: République du Mali) er eitt land í Vesturafrika. Í norðri hevur Mali mark við Algeria, í eystri við Nigeria, í suðri við Burkina Faso, Fílabeinsstrondin og Guinea, og í vestri við Senegal og Móritania. Høvuðsstaður er Bamako, og londinum hevur umleið 14,5 millionar íbúgvar. Landið er kallað upp eftir máttmikla muslimska malinkifólkinum, sum ráddi í stórum ríki á hesum leiðum í 13. og 14. øld.
| |||
Tjóðarslagorð: "Un peuple, un but, une foi" | |||
Tjóðsangur: "Le Mali" | |||
Alment mál | Franskt | ||
Høvuðsstaður | Bamako | ||
Forseti | Assimi Goïta | ||
Forsætisráðharri | Choguel Kokalla Maïga | ||
Fullveldi | 4. apríl 1960 (frá Frakland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1,240,192 km² 1.6 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
14 517 176 11.7/km² | ||
Gjaldoyra | CFA frankur (XOF) | ||
Tíðarøki | UTC +0 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ml | ||
Telefonkota | +223 | ||
Mali er fyrrverandi franskt hjáland. Nú á døgum er Mali fátækt land. Meginparturin av fólkinum livir av at dyrka jørðina og av neytahald. Í 2013 sendi Frakland hernaðarfólk til landið fyri at hjálpa í stríðnum móti uppreistrarbólkum við tilknýti til al-Qaeda.
53,3 prosent av fólkinum er ikki lesiført og 33 prosent av fólkinum er arbeiðsleyst.
Tá ið tað fór at ganga aftur á í Ganaríki, tóku kúgað fólkasløg valdið, fyrst susafólkið síðan keitafólkið. Í 1230-árunum stóðu keitar undir einum mætum krígskongi, Sun Diata (1217–1255). Hann stovnaði nýtt vesturafrikanskt kongsríki í Mali. Tað gjørdist nógv størri enn Gana og øll onnur kongsríki, sum høvdu verið har um vegir. Ríkið vaks norðureftir, suðureftir og vestureftir og fekk ræði yvir týdningarmestu karavanhandilsbýunum í Suðursahara til dømis Timbuktu og Gao. Sun Diata tók við islamskari trúgv, og kendasti eftirmaður hansara, Mansa Musa (1312-1337) gjørdi pílgrímsferð til Mekka, Saudiarábia.
Í 14. øld flutti Mali gull út til Norðurafrika úr dølunum fram við áunum Senegalá og Nigerá. Í 1337 var Mali ímillum størstu ríkini í Afrika. Tollynta rættarskipanin gjørdi Mali til ríkt og friðarligt land. Kirina var ein av býunum við Nigerá, sum var sjálvur miðdepilin í Maliríki. Í Vesturafrika var tað áður so máttmikla Ganaríkið trokað burtur av nýggja kongríkinum Mali í 14. øld. Fólkið í Mali vann sær enn stórt ríkidømi av kamelkaravanunum tvørtur um Sahel til og úr Norðurafrika.
Songhaifólkið í Vesturafrika var granni hjá tí múgvandi Maliríkinum. Teir fóru at ræna Mali fyrst í 15. øld. Hálva øld seinni vóru teir vorðnir álvarslig hóttan ímóti ríkinum. Undir valdsharra sínum Sonni Ali (1462-1492), tóku teir stórar partar av Eysturmali. Hesin partur var til Shonghairíkið. Sonni Ali var ovasti maður í herinum, og meginparturin av stjórnartíð síni var hann á herferð. Hann vann nýggja ríkinum meiri vald, tá ið hann tók og vaks handilsbýirnar í Mali til dømis Timbuktu og Jenne, eins og hann vaks sín egna høvuðsstað Gao. Tá ið hann hevði lagt næstan alt Maliríkið undir seg, royndi hann at fáa skil á stýrislagið og at reisa landið á føtur aftur. Hann doyði í 1492, og sonurin tók við eftir hann, men eitt ár eftir koyrdi ein av fremstu herovastum Sonna, Askia Mohammed Turré (1442–1538), hann frá.
Søgur um nógv gull drógu evropearar higar, og í 1880-árunum var næstan alt Vesturafrika evropeiskt hjáland.
Mali er sum Niger til víddar, t.e. gott og væl sum tey skandinavisku londini samanlagt.
Landslagið í Mali skiftir frá stóru oyðimarkarvíddunum í Sahara fyri norðan til Saheløkið í miðjum landi og savannu fyri sunnan. Fram við Nigerá og Senegalá er smalur geiri av fruktagóðum lendi. Nigerá er lívæðrin í Mali. Áin rennur langt eystur ígjøgnum landið, snarar so suðurá og rennur ígjøgnum Niger og Nigeria og út í Atlantshav. Flestu fólk í Mali búgva fram við ánni. Úr ánni fáa tey drikkivatn, vatn á akrarnar, har fiska tey, og áin er eisini týdningarmikil flutningsleið.
Høvuðsstaðurin í Mali, Bamako, er týðandi havnabýur; haðan verða sement og brennievni flutt til aðrar partar í landinum, og har verður tikið ímóti rísi og jarðnøtum, sum verða útflutt. Miðskeiðis í Mali greinar Nigerá seg í fýra áir. Hetta økið verður kallað Miðoyrarnar í Mali og er fruktabesta lendið í landinum. Tá ið áin fer at vaksa í regntíðini, seta bøndurnir niður eitt serligt rísslag, sum flýtur og veksur um ein fót um samdøgrið, soleiðis at tað veksur líka skjótt, sum vatnið á oyrunum hækkar.
Tuaregar bygdu býin Timbuktu í 1100. Av tí at hann var mitt á handilsleiðini ígjøgnum Sahara, gjørdist hann skjótt týdningarmikil og kendur býur. Arabiskir keypmenn úr Norðurafrika lótu salt, klæði og ross í býti við gull og trælir sunnaneftir. Í 15. øld gjørdist Timbuktu islamskur lærdómsmiðdepil. Seinni fór at ganga aftur á í býnum, og vánalig stýring legði hann opnan fyri fíggindum.
13 milliónir fólk búgva í Mali. Har eru 62 fólkasløg.
Meginparturin av fólkinum er muslimar. Islam kom til Mali við keypmonnum, sum komu higar ígjøgnum Sahara úr arábiska Norðurafrika. Í 13. øld hevði alt fólkið í Mali tikið við muslimskari trúgv, og moskur vórðu bygdar í flestum býum. Tað eru umleið 2 prosent kristin í Mali.
Á sandsteinaheyggjunum við Bandiagaraháslættan sunnan fyri Timbuktu heldur Dogonfólkið til, ið búsettu seg her í 16. øld. Dogonfólkið hevur sínar egnu gudar og eigur nógvar frumsagnir um, hvussu heimurin varð skapaður. Av tí at hetta lendið er kargt og berligt, hevur dogonfólkið verið noytt at lært seg at velta hvønn einasta jarðarteig - tey dyrka til dømis rís, hirsu og mais.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.