From Wikipedia, the free encyclopedia
Skandinavia er norðasti partur av Evropa. Men fólk, lond og mál eru ikki heilt samd í, hvat Skandinavia umfatar.
Hjá norðurlendingum umfatar Skandinavia vanliga: Danmark, Noreg og Svøríki.
Skandinavia umfatar skandinavisku hálvoynna og harafturat, tó mest av søguligum orsøkum, Danmark. Onnur uppfata Skandinavia sum tey norðurlendsku londini, men tað gera norðurlendingar tó ikki.
Skandinavia er upprunaliga latínska heitið fyri Skána, ið er suðurendin á Svøríki. Seinni hevur navnið fingið víðari merking.
Fyri 13,000 árum síðan var alt Skandinavia undir ógvuliga tjúkkum ísi. Spakuliga bráðnaði ísurin, og so við og við kom óbygda landið undan. Fyrstu fólkini, sum festu búgv í teim londum, sum nú eru Noreg, Danmørk og Finnland, komu sunnaneftir og eystaneftir. Sunnaneftir komu ísaldarveiðumenn á reinsdýraveiðu. Teir vóru ættfedrar norðbúgva. Eystaneftir fram við íshavsstrondini komu aðrir veiðumenn. Teir vóru ættfedrar sáma. Málini mentust, og fyri 2000 árum síðan talaðu allir norðbúgvar norrønt, finskt ella sámiskt. Sámar búðu avbyrgdir norðanfyri og høvdu serstaka mentan. Í víkingaøldini sigldu norðmenn til Føroya, Íslands og Grønlands og nomu land.
Í 826 kom týski munkurin Ansgar til Heiðabýur í Slesvík. Heiðabýur var størsti býurin í Danmørk. Ansgar læt fyrstu kristnu kirkjuna í Skandinavia byggja. Seinni fór hann til Birka í Svøríki. Ansgar legði lunnar undir kristniboðan í Skandinavia. Hann verður nevnur “ápostul Norðurlanda”. Stutt eftir ár 1000 høvdu flestir norðbúgvar tikið við kristnari trúgv. Ímillum norrønar kongar og kirkjuna var samstarv. Kongarnir sóu, at kristna trúarlæran var til frama fyri kongsstýri. Í Noregi hjálptu kirkjunnar lærdu menn kongi at vinna valdið í landinum. Kongur var krígsharri og ráddi fyri gudsdýrkanini, men hann var ikki einaveldisharri. Kongsevni vóru ættarmenn Haralds kongs Hárfagra. Noreg var býtt í fýra lógarøki, hvørt við sínum høvuðstingi. Politiska valdið lá hjá teimum. Kongur varð valdur á tingi og stóð tí til svars. Vóru mong kongsevni, kundi stríð verða. Noreg hevði eisini onkuntíð nógvar kongar í senn. Ólavur kongur Tryggvason álegði Sigmundi Brestissyni at kristna Føroyar. Kongsvaldið í Noregi fekk tá fótin fastan í Føroyum.
Summir kongar royndu at vinna ræði í øllum Norðurlondum. Í 1380 var danakongur eisini vorðin Noregis kongur. Í 1397 eydnaðist Margretu 1., drotning Danmarkar og Noregis, at savna tey trý ríkini í Kalmarsamveldið. Tað vardi til 1523. Ofta var um at slitna. Svenskir aðalsmenn hildu av røttum, at danskir aðalsmenn høvdu ov stórt vald. Kristian kongur 2. læt í hevnisøku drepa stóran part av svensku aðalsmonnunum og bispunum. Teir vórðu tiknir fangar og hálshøgdir í Blóðbaðnum Mikla í Stokkhólmi í 1520. Norðbúgvar fingu sanna andstygd fyri Kristiani 2. danakongi, sum varð settur frá. Danmark og Noreg vóru í ríkisfelagsskapi til 1814. Í hesum ríki vóru eisini Føroyar, Grønland og Ísland. Kristian 4., kongur Danmarkar og Noregis, royndi at birta lív í aftur Kalmarsamveldið, men sviar vildu ikki. Tá ið Kristian 4. doyði, vóru Danmørk og Noreg fátæk lond. Men nú var Svøríki stórveldi. Gustav 2. Adolf hevði tikið Lettland, Estland og Finnland. Meðan Karl 10. Gustav var kongur, tóku sviar stórar landslutir í Týsklandi og Póllandi og lupu so á Danmørk. Tó at teir tóku alla Danmørk uttan Keypmannahavn, vórðu teir riknir aftur. Friðarsáttmáli varð gjørdur í 1660, og tá mistu danir landslutirnar Halland, Blekinge og Skána. Síðan hava landslutirnir verið svenskir.
Høvuðsgrein: Norðurgermansk mál
Øld | Norðurlond | ||||
20. | Danmark | Ísland | Noreg | Svøríki | Finnland |
19. | Danmark | Svøríki-Noreg | HT Finland | ||
18. | Danmark-Noreg | Svøríki | |||
17. | |||||
16. | |||||
15. | Kalmarsamveldið | ||||
14. | Danmark | Noreg | Svøríki | ||
13. | |||||
12. | Ísland | Noreg | |||
Fólk | Danir | Íslendingar¹ | Normenn | Sviar | Finnar |
¹ Fyrstu íslendingar vóru av norrønum uppruna, eina mest úr Noregi, og av keltiskum uppruna.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.