From Wikipedia, the free encyclopedia
Liktinstein er eitt land í Miðevropa, sum liggur millum Sveis og Eysturríki. Landið er sera lítið og fevnir bert um áleið 160 km2. Fólkatalið er umleið 37.000. Høvuðsmálið í Liktinstein er týskt. Liktinstein er einasta týskt-talandi land, ið ikki hevur mark við Týskland. Liktinstein er eitt fúrstadømi. Høgt uppi í Ríndali, á markinum ímillum Sveis og Eysturríki, er lítla týskmælta fúrstadømið Liktinstein. Liktinstein er eitt av fáu smáríkjunum í Evropa, sum hevur megnað at varðveitt sjálvræði sítt. Heilt óheft er landið kortini ikki, tí at tað hevur gjaldaoyrasamband við Sveis og nýtir eisini postverkið og telefonverkið í Sveis.
| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: Oben am jungen Rhein | |||
Alment mál | Týskt | ||
Høvuðsstaður | Vaduz | ||
Fúrsti | Hans-Adam II. | ||
Forsætisráðharri | Daniel Risch | ||
Fullveldi | 12. juli 1806 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
160 km² | ||
Íbúgvar - tilsamans 2017 - tættleiki |
38 111 237/km² | ||
Gjaldoyra | Sveisarfrankur (CHF) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .li | ||
Telefonkota | +423 | ||
Í uttanríkismálum samstarva teir eisini við grannan fyri vestan. Fíggjarligar tænastuveitingar eru týdningarmiklar fyri búskapin í Liktinstein, og fræls bankalóggáva og støðug politisk viðurskifti draga mong peningafólk higar. Virkin landbúnaður, blómandi smáídnaður og ferðavinna veita landinum góða inntøku. Mongu vinnuvegirnir gera Liktinstein til ógvuliga ríkt land. Liktinstein ger vøkur frímerkir, ið eru nógv eftirspurd millum savnarar. Frímerkjasøla er um 10 % av árligu ríkisinntøkunum.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.