Remove ads
From Wikipedia, the free encyclopedia
Landbúnaður er at velta grøði til matna ella fóður og at hava alidjór. Haðan fæst t.d. egg, ull, kjøt og mjólk. Landbúnaður hevur alstóran týdning fyri heimsins fólk. Tey fleiri enn 6,9 mia. fólkini skulu hava mat, og landbúnaðurin gevur nógvum fólki arbeiði. Nútímans landbúnaður krevur nútímans amboð og maskinur at bera seg fíggjarliga. Har skal verða pløgt, harvað, sátt, og seinni sprænt fyri skordjórum og soppum, og at enda skal verða heystað, alt verður gjørt við maskinum.
Fyrr vóru ross nýtt at draga amboð, og á gørðunum vóru húskallar og arbeiðskonur. Nú koyrir bóndin sjálvur traktorin. Um heystið verður akurin skorin við stórum maskinum, tær treskja beinanvegin. Nú á døgum er umráðandi at vinna so nógv sum til ber av landinum. Neyt standa inni alt árið, hønur eru í alt ov smáum búrum, og kálvar fáa bara okkurt serligt at eta, og kjøtið skal hava ávísan lit. Nógv eru ónøgd við ta viðferð, djórini fáa, og sumstaðni er landbúnaðurin komin í ringt orð. Men vanligast er, at djórini verða væl viðfarin.
Øll grøði, vit velta, er ættað undan villum plantum. Í nógv túsund ár eru fræ úr teimum bestu platunum vald burturúr. Til dømis er serstakt maltbygg, sum er serliga væl egnað til ølbrygging. Í Amerika er komið fram til serligt hveitislag, sum stendur ímóti skordjórum og soppum, og sum eisini fruktar væl. Nógvir bøndur reka landbúnað eftir natúrligum reglum. Teir fara ikki so ofta um jørðina ella spræna fyri skaðadjórum. Heldur brúka teir natúrlig tøð enn handilstøð. Fruktin av slíkari jørð er ofta dýrari, men mong halda hana vera sunnari.
Nógvastaðni í heiminum eru týðandi mentanir sprotnar úr landbúnaðinum í áardølum; til dømis. tann sumeriska mentanin, ið verður hildin at vera tann elsta hámentanin í søguni. Sumeriska fólkið livdi fyri meira enn 4000 árum síðani í Mesopotamia við áirnar Evfrat og Tigris í tí landinum, sum nú eitur Irak. Indusdalurin í landinum, sum nú eitur Pakistan, er eitt annað dømi um eitt øki, har fólk hava livað av framkomnum landbúnaði í nógv túsund ár.
Landbúnaðurin hevur hesi seinnu árini aftur fingið størri týdning. Nógv er velt upp úr nýggjum, og fleiri tíðarhóskandi fjós eru bygd. Í Føroyum eru umleið 70 000 áseyðir og 1200 neyt. Undan hesum 1200 neytunum fæst øll mjólkin, ið neyðug er. 400 festibøndur sita við uml. helvtini av jørðini, og umleið 5000 óðalsfólk eiga hina helvtina. Stórur partur av innangarðsjørðini er traðarbrúk.
Seyðahaldið er uttan iva tann greinin innan landbúnaðin í Føroyum, sum hevur størsta áhugan hjá føroyingum. Í Føroyum broyttist landbúnaðurin lítið fram at 20. øld. Bøndurnir vildu treyðugt taka við nýggjum og hildu seg til gamlar og mannkrevjandi arbeiðshættir. Vend kom í, tá ið ungu menninir seinast í 19. øld fóru til skips heldur enn at vera húskallar. Ráðgevi varð settur í 1885, og í 1892 varð skipað fyri royndarbrúki í Kirkjubø. Í 1908 verður Meiaríið í Havn bygt. Í 1919 kom dýralækni og í 1921 kom royndarstøð.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.