From Wikipedia, the free encyclopedia
Islamski Staturin stytt IS, ISIS ella ISIL (Arabiskt: الدولة الإسلامية ad-Dawla al-Islamiyya (fi al-Iraq wa al-Sham) (Daesh) er ein sunniislamistisk rørsla, av fleiri londum skýrdur sum yvirgangsfelagsskapur, ið fyrst og fremst er virkin í Irak og Sýria. IS hevur í 2014 stovnað eitt kalifat, eitt Islamskt ríki, í pørtum av Sýria og Irak. Felagsskapurin hevur síðani november 2014 eisini fingið fótafesti í Libya og hevur spakuliga voksið seg fram í landinum, meðan Vesturheimurin, við USA á odda, hevur bumbað stríðsfólkini hjá IS í Sýria og Irak. IS virðir ikki fornaldar virðir og setti í mars 2015 í verk oyðileggingar av fornaldarøkinum Nimrud. IS er eisini kent fyri at burturføra vesturlendingar og hevur hótt við at myrða fólkini. Tá ið teirra krøv ikki verða eftirlíkaði, so avrætta teir hesi fólk, og tað gera teir t.d. við at hálshøggja tey fyri opnum skermi, meðan teir sjálvir hava masku fyri andlitið, so teir ikki skulu kennast aftur. ISIS hevur hertikið eitt øki á stødd við Bretland í Sýria og Irak. IS verður mett sum vandamiklasti yvirgangsfelagsskapur í heiminum í 2015 og framdi tað størsta yvirgangsálopið í París í nýggjari tíð. Leiðarin í felagsskapinum, Abu Bakr al-Baghdadi hevur útnevnt seg sjálvan til kalif, ið er heiti á einum eftirmanni Muhammeds sum oddamaður í muslimska heiminum. IS hevur sett í verk sharia-lógir í teimum økjum, har felagsskapurin hevur valdið. Felagsskapurin er illa umtóktur av mongum kring heimin fyri víðgongda harðskapin, eitt nú hevur IS krossfest fangar, hálshøgt teir og framt fleiri hópdráp á sivilfólk. IS hevur eisini tikið uppaftur trælahald í sínum økjum.[28]
Islamiskur Statur | |
---|---|
الدولة الإسلامية في العراق والشام Høvuðsmál hjá Operation Inherent Resolve og hjá Krígnum ímóti IS: í Sýria, Irak, Libya, og Nigeria. | |
Svart standardflagg | |
Aktivur |
1999–nú
|
Ideologi | |
Leiðarar |
|
Høvuðsstøðir |
Al-Raqqah, Sýria (de facto høvuðsstaður) |
Hersett øki |
Hernaðaliga støðan pr. 29. juni 2016 í Irakisku, Sýrisku og libanesisku bardøgunum. Stýrt av IS Stýrt av Irak-Kurdistan herdeildum Stýrt av Sýria-Kurdistan herdeildum Stýrt av Sýriskum uppreistrardeildum Stýrt av Jabhat al-Nusra Note: Irak og Sýria innihalda stór oyðin øki har fá fólk búgva. These areas are mapped as under the control of forces holding roads and towns within them.Kort yvir Irakiska uppreisturin Kort yvir Libanesiska uppreisturin Kort yvir Borgarakríggið í Lybia Kort yvir Nigeriska uppreisturin Kort yvir Sinai uppreisturin Kort yvir Borgarakríggið í Jemen Kort yvir Taliban uppreisturin |
Styrki |
Inni í Sýria og Irak 250 000[24] (Kurdist uppáhald) 100 000[25] (Jihadist uppáhald) 20 000–31 000[26] (CIA meting) Uttanfyri Sýria og Irak 32 600–57 900 (Sí en:Military activity of ISIL á ensku Wikipediu fyri meira nágreiniligar metingar.) Samlað meting 52.600–307.900 |
Kyknaði | Jamāʻat al-Tawḥīd wa-al-Jihād (1999)[27] |
Samgongan ímóti IS, sum er undir leiðslu av USA, framdi í august og september í 2014 fleiri bumbuálop móti Islamskum Stati. Danmark luttók við sjey stríðsflogførum í krígnum ímóti bólkinum í Irak. Í oktober 2015 framdi Russland bumbuálop einsamalt í Sýria sum formelt eisini er vent ímóti IS. Higartil hava hesi álop tó ikki verið vend bara ímóti IS men eisini ímóti teimum meira moderatu uppreistrarbólkunum, ið stríðast ímóti forsetanum í Sýria.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.