From Wikipedia, the free encyclopedia
Irak-kríggið var ein langdrigin bardagi, ið USA stóð á odda fyri, og vardi frá 20. mars 2003 til 18. des. 2011. Bardagin byrjaði við at ein samgonga av nógvum londum við USA á odda stóðu saman um at gera innrás í Irak í mars 2003. Tað eydnaðist teimum sameindu herdeildunum at koppa stjórnini hjá Saddam Hussein og Baath-flokkinum. Saddam Hussein hevði tá verið forseti í Irak síðan 1979. Kríggið vardi tó í meira enn 10 ár, av tí at uppreistrardeildir í Irak bardust ímóti teimum sameindu herdeildunum og móti tí nýggju stjórnini. Umleið 151.000 to 600.000 irakar ella fleiri lótu lív undir innrásini og tey næstu 3-4 árini. USA tók seg alment út úr Irak í 2011, og tá endaði kríggið. Men síðan hevur borgarakríggj valda í Irak og í 2014 gjørdist USA aftur partur av stríði í landinum í 2014 og var tá á odda fyri einari nýggjari samgongu í einum kríggi, ið enn gongur fyri seg.
| ||||||||||||||||||||||||||||||||||
Fyrimynd:Campaignbox Iraq War |
Í 2005 varð nýggj grundlóg samtykt í Irak, soleiðis, at landið fekk fólkaræðisliga stýrisskipan. Meðan Hussein hevði valdið varð landið skipað sum fullkomiligt einaræði, og meðan hann stýrdi, mátti irakiska fólkið, serliga kurdarnir, tola nógv. Stjórnin fekk stuðul frá herinum og trygdarløgregluni, sum bardu niður alla politiska mótstøðu í landinum.
Innrásin í Irak byrjaði eftir at Saddam Hussein hevði fingið eitt ultimatum um at fara úr landinum. Innrásin byrjaði við einum "shock and awe" bumbuálopi. Irakiskar herdeildir vóru skjótt yvirmannaðar og herdeildir hjá USA fóru inn í landið. Ba'atist stjórnin varð feld og Saddam Hussein varð fangaður í desember 2003 og avrættaður trý ár seinni av einum hernaðardómstóli. Tómrúmið ið uppstóð eftir Saddam Hussein og vánalig leiðsla av tí bráðfeingis stjórnini ið varð sett av teimum sameindu herdeildini, førdi til harðskap, ið av summum journalistum verður nevnt borgarakríggj, í Irak í 2006-07, har harðskapur varð framdur av Sunni og Shi'a trúarbólkum. Harumframt varð eisini uppreistur ímóti USA og teimum sameindu herdeildunum ið vóru í landinum. Harðskapurin førdi til, at USA økti munandi um herdeildir sínar fyri at veita trygd til Baghdad og Al Anbar landlutin. Á vetri 2007-08 byrjaði USA at taka herdeildir sínar úr Irak, og eftir at Barack Obama gjørdist forseti í USA kom ferð á afturtøkuna av amerikonskum herdeildum úr Irak, til teir at enda heilt fóru úr landinum í 2011.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.