Islamiskur Statur

From Wikipedia, the free encyclopedia

Islamiskur Statur
Remove ads


Islamski Staturin stytt IS, ISIS ella ISIL (Arabiskt: الدولة الإسلامية ad-Dawla al-Islamiyya (fi al-Iraq wa al-Sham) (Daesh) er ein sunniislamistisk rørsla, av fleiri londum skýrdur sum yvirgangsfelagsskapur, ið fyrst og fremst er virkin í Irak og Sýria. IS hevur í 2014 stovnað eitt kalifat, eitt Islamskt ríki, í pørtum av Sýria og Irak. Felagsskapurin hevur síðani november 2014 eisini fingið fótafesti í Libya og hevur spakuliga voksið seg fram í landinum, meðan Vesturheimurin, við USA á odda, hevur bumbað stríðsfólkini hjá IS í Sýria og Irak. IS virðir ikki fornaldar virðir og setti í mars 2015 í verk oyðileggingar av fornaldarøkinum Nimrud. IS er eisini kent fyri at burturføra vesturlendingar og hevur hótt við at myrða fólkini. Tá ið teirra krøv ikki verða eftirlíkaði, so avrætta teir hesi fólk, og tað gera teir t.d. við at hálshøggja tey fyri opnum skermi, meðan teir sjálvir hava masku fyri andlitið, so teir ikki skulu kennast aftur. ISIS hevur hertikið eitt øki á stødd við Bretland í Sýria og Irak. IS verður mett sum vandamiklasti yvirgangsfelagsskapur í heiminum í 2015 og framdi tað størsta yvirgangsálopið í París í nýggjari tíð. Leiðarin í felagsskapinum, Abu Bakr al-Baghdadi hevur útnevnt seg sjálvan til kalif, ið er heiti á einum eftirmanni Muhammeds sum oddamaður í muslimska heiminum. IS hevur sett í verk sharia-lógir í teimum økjum, har felagsskapurin hevur valdið. Felagsskapurin er illa umtóktur av mongum kring heimin fyri víðgongda harðskapin, eitt nú hevur IS krossfest fangar, hálshøgt teir og framt fleiri hópdráp á sivilfólk. IS hevur eisini tikið uppaftur trælahald í sínum økjum.[28]

Skjót fakta Aktivur, Ideologi ...
Remove ads

Samgongan ímóti IS, sum er undir leiðslu av USA, framdi í august og september í 2014 fleiri bumbuálop móti Islamskum Stati. Danmark luttók við sjey stríðsflogførum í krígnum ímóti bólkinum í Irak. Í oktober 2015 framdi Russland bumbuálop einsamalt í Sýria sum formelt eisini er vent ímóti IS. Higartil hava hesi álop tó ikki verið vend bara ímóti IS men eisini ímóti teimum meira moderatu uppreistrarbólkunum, ið stríðast ímóti forsetanum í Sýria.

Remove ads

Keldur

Loading content...
Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads