Amifólkið
From Wikipedia, the free encyclopedia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Amifólkið (Kinesiskt: 阿美族; pinyin: āměi-zú; eisini amis ella pangcah) er ein avstronesiskur tjóðbólkur úr Taivan. Tey tosa amimál, ið er eitt avstonesiskt mál. Amifólkið er ein av sekstan alment viðurkendum tjóðbólkum, ið hava taivanesiskan uppruna. Tað økið, har ið amifólkið býr, er tann langi smali dalurin millum Miðfjøllini og Strandafjøllini (Huatungdalurin), strandaøkið við Kyrrahavið eystanfyri Strandafjøllini og Hengchun hálvoynna.
Í 2014 varð amifólkið 200.604 fólk.[1] Tað var umleið 37,1% av upprunafólkunum í Taivan, og tað her tey til tann størsta tjóðarbólkin av uppruna taivanesarum.[2] Tey flestu av amifólkunum liva av útróðri, fiskivinnu, hetta tí at tey búgva við strendurnar. Tey vera bólkaði eftir kvinnulinjuni (móðurlinjuni), tá hugt verður eftir uppruna.[3] Fyrr í tíðini búðu amifólkini í lutfalsliga stórum bygdum við millum 500 og 1000 íbúgvum. Í dagsins Taivan eru amifólkini tann tjóðbólkur av upprunafólkum, ið er tann størsti í størri bygdum og býum í Taivan. Tey hava upprættað fleiri býarsamfeløg kring alla oynna. Tey seinnu áratíggjuni hava amifólk eisini gift seg við han-taivanesarum eins væl og við fólkum ið hoyra til aðrar tjóðbólkar av upprunafólki Taivans.[4]
Vanliga umrøða amifólk seg sum Pangcah, ið merkir "menniskja" ella "fólk av okkara slagi." Men í dagsins Taivan er orðið ami vorði meira og meira vanligt. Hetta orðið kemur frá orðinum amis, ið merkir "norður." Granskarar eru ikki á einum máli um, hvussu tað kann bera til, at "ami" bleiv brúkt um pangcah. Ein ákoðan er, at orðið av fyrstan tíð varð nýtt av Puyuma, tá ið tey umrøddu pangcah, av tí at pangcah búðu longri norðuri enn tey. Ein onnur áskoðan er, at tey ið búðu á Taitungslættuni, umrøddu seg sjálvi sum "ami", av tí at forfedrar teirra komu norðanífrá. Síðstnevnda frágreiðingin er tikin við í Banzoku Chōsa Hōkokusho,[5] og vísir, at hetta møguliga kemur frá Falangaw Amis, ið er tann amibólkurin, ið í dag býr í nútíðar Chenggong og á Taitung-slættanum. Nærmastu arvafrøðiligu ættarfólkini síggja út at vera filippinar.[6][7]
Sambært Taiwanese Aboriginal History: Amis, verður amifólkið bólkað í fimm bólkar:
Ein slík flokking, hóast hon er rættiliga útbreidd og góðtikin, so er hon fyri tað mesta grundað á landafrøðiliga útbreiðslu og fólkaferð. Tað passar ikki saman við teir munir ið eru sæddir innan mentan, mál og kropsligari útsjónd.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.