From Wikipedia, the free encyclopedia
PDF (Portable Document Format) er ein "opin standard" fíluslag, sum Adobe Systems kom við í 1993. PDF er eitt skjalasnið, ið m.a. varðveitir uppseting og skrift á einum teldutøkum skjali. T.v.s. at líkamikið hvat fyri eitt tól, ið tú letur skjalið upp við, so sær skjalið eins út. Pdf-skjøl kunnu lesast av øllum sum hava tikið niður (downloadað) ein Adobe Reader pdf-lesara, sum er eitt ókeypis forrit. Ein eigur ikki at kunna skriva í pfd skjøl, men tað ber kortini til í ávísum førum. Til hetta krevst serligt forrit t.d. Adobe Acrobat ella Libre Office. Tann, sum velur at brúka PDF-formatið, ger tað ofta fyri at vera vísur í, at fólk ikki fara at broyta nakað í skjalinum.
Tá pdf-skjalið verður gjørt, er møguligt at læsa skjalið á ymiskan hátt, t.d. soleiðis at ikki ber til at viðgera skjalið ella at prenta tað. Brúkarin kann bara gera tað við pdf-skjalið, sum rættindi eru givin til. Sum dømi kann nevnast, at eitt nú Arbeiðsloysisskipanin í Føroyum nýtir pdf-skjal sum umsóknarblað, har fólk kunnu útfylla kravdu teigarnar á internetinum, og síðan skriva tað út og undirskriva tað, fyri síðan at skanna tað inn og senda tað við telduposti. Tað ber ikki til at goyma slík skjøl á telduni. Hesi skjøl verða eisini ofta nýtt til spurnarkanningar á internetinum.
Til tíðir eru pdf-skjøl gjørd við at ljóslesa (skanna) pappír, har t.d. tekstur er á. Slík pdf kunnu ikki viðgerast (redigerast), tí teksturin er at skilja sum ein mynd, sum skannarin hevur avmyndað inn í pdf'in.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.