From Wikipedia, the free encyclopedia
Svasiland ella Kongsveldið Svasiland er lítið land í syðra-Afrika við umleið 1,3 mió íbúgvar. Lítla landið liggur millum Suðurafrika og Mosambik.
| |||
Tjóðarslagorð: <<Siyinqaba>> | |||
Tjóðsangur: <<Nkulunkulu Mnikati wetibusiso tema>> | |||
Alment mál | Enskt, Siswati | ||
Høvuðsstaður | Mbabane | ||
Kongur | Mswati III | ||
Forsætisráðharri | Cleopas Dlamini | ||
Fullveldi | 6. september 1968 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
17,363 km² 0,9 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
1 370 424 67/km² | ||
Gjaldoyra | Lilangeni (SZL) | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .sz | ||
Telefonkota | +268 | ||
Í 2018 varð almenna navnið broytt til Kongsveldið Eswatini (enskt: Kingdom of Eswatini, swazi Umbuso weSwatini.[1] Tá ið landið hevði itið Svasiland í 50 ár sum sjálvstøðugur statur, gjørdi kongur av, at navnið Svasiland minti ov nógv um hjálandatíðina, áðrenn Svasiland fekk sjálvstýri frá Stóra Bretlandi í 1968. Nýggja navnið merkir landið hjá fólkaættini swazi.
Kongurin í Svasiland hevur stórt vald: Han er ríkisovasti og velur flestu tinglimirnar. Sum dømi um, hvussu nógv vald, hann hevur, er kongsheiti hansara, Ngwenyama, sum merkir leyva. Mswati III kongur telist ímillum teir ríku statsleiðararnar í Afrika og er smbr Forbes góður fyri $ 200 mió USD. Miðal ársinntøkan hjá hvørjum íbúgva í Eswatini liggur undir 10 kr um dagin.
Kongsveldið Svasiland hevur nógv samband við máttmikla grannalandið - tað fær alla orkuveiting sína úr Suðurafrika, og suðurafrikanarar eiga stóran part av ídnaðinum. Týdningarmesta útflutningsvøran er sukurrør, men landið flytur eisini út við, kol og asbest.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.