From Wikipedia, the free encyclopedia
Rómverjaríkið var eitt stórveldi, ið rakk allan vegin runt um Miðjarðarhavið og heilt norður til Bretlands. Rómverjaríkið varð grundlagt, tá ið Augustus keisari kom til valdið í ár 31 f.Kr. Tá ið jarnøldin var í Norðurlondum, var Róm enntá størsti býur í heiminum, og har búði hin rómverski keisarin. Keisarin í Róm var mætasti maður í heiminum. Ríki hansara var so stórt, at tað tók fleiri mánaðir at ferðast úr Róm og til markið har eysturi. Tað stóra ríkið høvdu rómverjar savnað við at vinna á øðrum tjóðum. Í fyrstuni høvdu teir bert eitt lítið petti av landi, har býurin Róm lá. Tá var býurin bert ein landsbygd. Rómverjar vórðu ofta álopnir av gronnunum, men so við og við vórðu teir so sterkir, at teir vunnu á grannafólkunum og fóru at ráða yvir teimum. Tess fleiri kríggj, rómverjar førdu, tess dúgligari hermenn gjørdust teir. Tá ein rómverskur herur hevði tikið eitt nýtt land, varð hetta kallað ein landslutur. Ein partur av herinum varð verandi í landslutinum fyri at halda skil á. Hagar komu eisini embætismenn úr Róm. Teir skuldu stýra landslutinum fyri keisaran og krevja upp skatt.
Rómverjaríkið | |||||
| |||||
Keisaraveldi | |||||
| |||||
| |||||
Rómverjaríkið í 117 e.Kr., tá ið tað var størst.[1] | |||||
Høvuðsstaður | Róm (27-) Mediolanum (286-402, vestara) | ||||
Mál | Landspartamál / staðbundin málføri | ||||
Trúgv |
| ||||
Stjórn | Blandað, virkandi einaveldis monarki | ||||
Keisari | |||||
- | 27 BC – AD 14 | Augustus (first) | |||
- | 98–117 | Trajan | |||
- | 284–305 | Diocletian | |||
- | 306–337 | Constantine I | |||
- | 379–395 | Theodosius Ia | |||
Lóggávuting | Senatið | ||||
Søguligt tíðarskeið | Klassisk fornøld til síðfornøld | ||||
- | Seinasta kríggið hjá Rómverjaríkinum |
32–30 BC | |||
- | Ríkið sett á stovn | 30–2 BC | |||
- | Størsta úbreiðsluøki hjá ríkinum |
AD 117 | |||
- | Konstantinopel gerst høvuðsstaður |
330 | |||
- | Endaliga slitið millum eystara og vestara ríkið |
395 | |||
- | Fall vestara ríkisins | 476 | |||
Vídd | |||||
- | 25 BC[2][3] | 2.750.000 km² (1.061.781 sq mi) | |||
- | 117 AD [2][4] | 5.000.000 km² (1.930.511 sq mi) | |||
- | 390 AD [2] | 4.400.000 km² (1.698.849 sq mi) | |||
Fólkatal | |||||
- | 25 BC[2][5] est. | 56.800.000 | |||
Tættleiki | 20,7 /km² (53,5 /sq mi) | ||||
Gjaldoyra | Sestertius,b Aureus, Solidus, Nomisma | ||||
Í dag partur av | 54 lond
| ||||
|
Rikið gekk til grundar, tá ið seinasti keisarin, Romulus Augustus (461–511), í árinum 476 varð tvungin av vesturrómverska heryvirmanninum Odovakar (433–493) til at siga keisaratrónuna frá sær.
Hetta verður í dag ofta roknað sum byrjanin uppá miðøldina.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.