Massachusetts
From Wikipedia, the free encyclopedia
Samveldið Massachusetts (enskt: Commonwealth of Massachusetts) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. Massachusetts er næststørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine.
Massachusetts | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Land: | USA |
Alment mál: | Onki |
Høvuðsstaður: | Boston |
Størsti býur: | Boston |
Innlimað: | 6. februar 1788 |
Guvernørur: | Deval Patrick (D) |
Vídd: | 27 336 km² |
Íbúgvar (2012): | 6 587 536 |
fyri km²: | 324,0/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.mass.gov |
Her í Massachusetts búgva umleið 6,5 mió. fólk. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Boston, næststørsti býur eitur Worcester. Elsti lærdi háskúlin í Amerika, Harvard, er staddur her í Massachusetts.
Í 1788 bleiv Massachusetts stakríki í USA. Norðari parturin í Massachusetts varð seinni til statin Maine. Eyknevni av Massachusetts er Víkstaturin (enskt: Bay State).
Kendi amerikanski rithøvundur Henry David Thoreau er føddur og deyður í býnum Concord í Massachusetts. Náttúra og serliga fuglar hugtaka amerikanska rithøvundin, og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum vórðu lýstir í víðagitnu bókini "Walden - Life in the Woods” (1854). Hann búði m.a. við vatnið Walden Pond í Massachusetts árini 1847 til 1849.