![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/b/b0/HarvardPaulRevere.jpg/640px-HarvardPaulRevere.jpg&w=640&q=50)
Harvard University
From Wikipedia, the free encyclopedia
Harvard University í Massachusetts varð sett á stovn longu í 1636 og er elsti lærdi háskúlin í Amerika. Men Harvard er ikki bara elsti lærdi háskúlin í USA, hetta er eisini mest virda universitetið í USA – ivaleyst við Yale University í Connecticut beint í hølunum. Og tað er ikki bara sum at siga tað, at koma inn á Harvard, als ikki hjá útlendingum. Og at hava akademiska útbúgving av einum lærdum háskúla sum Harvard er eisini nakað fyri seg. Eitt er, at tú fært akademiska førleikan, sum í sjálvum sær gevur nógvar møguleikar, men hevur tú so tikið útbúgvingina á slíkum stað sum Harvard, kvalifiserar tað teg fleirfalt. Í 2008 vóru slakar tjúgutúsund umsóknir til tey gott og væl sekstanhundrað lestrarplássini.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/b/b0/HarvardPaulRevere.jpg/320px-HarvardPaulRevere.jpg)