From Wikipedia, the free encyclopedia
Maine (enskt: State of Maine) er stakríki í landnyrðingsparti av Sambandsríkinum Amerika. Maine er størsta stakríkið í Nýonglandi.
Maine hevur umleið 1,3 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin er Augusta og størsti býurin er Portland.
Í norðri, eystri og vestri hevur Maine mark við Kanada (landslutur Quebec og New Brunswick). Eisini í vestri hevur Maine mark við New Hampshire. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknevni er Furutræstaturin (enskt: The Pine Tree State).
Í 1620 komu pílagrímarnir til Maine. Átrúnaðarlig viðurskifti høvdu noytt teir at rýma úr Onglandi.
Norðari partur av eysturstrondini líkist nógv aftur í landslagið í Vesturevropa. Har eru heilt djúpir áarósar sum firðir, og av tí at munurin millum fjøru og flóð er ógvuliga stórur, 15 m. í støðum, so legst runan ikki í áarmunnunum, men munurin ger eisini, at tað hevur verið stórt arbeiði at byggja tær nógvu góðu havnirnar, sum eru har.
Summastaðni er vøkur strandstrond, ið verður nýtt til baðipláss. Í fyrstani, tá ið evropear komu til stakríkið, vaks skógur heilt út til strondina nógvastaðni, men teir ruddaðu skógirnar, so teir kundu fáa dyrkað jørðina. Moldin er góð, og havættin førir vætu við sær, so har er gott kornlendi.
Tær størstu áirnar í Maine eru Kennebecá og Penobscotá.
Teir 10 størstu býirnir (cities & towns) í Maine eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:[1]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.