![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/a/a6/Magnus_Jakupsson_a_Faroese_Swimmer.jpg/640px-Magnus_Jakupsson_a_Faroese_Swimmer.jpg&w=640&q=50)
Magnus Jákupsson
From Wikipedia, the free encyclopedia
Magnus Jákupsson er føroyskur/danskur svimjari. Hann er føddur í 1994 og svimur fyri Farum Svømmeklub og fyri danska svimjilandsliðið. Hann hevur fyrr svomið fyri Havnar Svimjifelag og fyri Føroyar. Sportal.fo skrivaði 17. august 2011, at Magnus hevur valt at flyta til Danmarkar at búgva, orsakað av vánaligum umstøðum fyri svimjarar hjá Havnar Svimjifelag í Svimjihøllini í Gundadali, har eru ov fáar geilir til svimjararnar hjá Havnar Svimjifelag ljósu tímarnir, segði formaður felagsins, Eyðun Húsgarð, við Sportal.fo.[1] Magnus hevur sett fleiri føroysk met, nevnast kann, at hann á langbana eigur føroyska metið í 50, 100 og 200 metrar ryggsvimjing, 50 og 100 metrar firvald, 50m frí og 400 metrar blandað.[2] Á stuttbana eigur hann metini í 50, 100 og 200 metrar rygg og 50 og 100 metrar firvald.[3] (Hetta kann verða broytt, sí heimasíðuna hjá ssf.fo og svimjing.com). Magnus Jákupsson luttók fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2011 á Isle of Wight í juni/juli 2011. Síðan 2011 hevur Magnus svomið fyri Danmark og kann tí ikki longur seta føroysk met. Í staðin eydnaðist tað honum í 2013 at seta nýtt danskt met í 50 metrar rygg við tíðini 24.06, hetta hendi á evropameistarastevnuni á stuttgeil í Herning í desember 2013.[4] Hin 24. januar 2016 setti hann eisini danskt met á langgeil í 50 metrum rygg, tá ið hann vann gull í 50 rygg við tíðini 25.44,[5] ið var júst sama tíð, ið Matthias Gydesen setti met í í 2010, teir báðir eiga tískil báðir metið við 25.44 sekundum.[6]
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/a/a6/Magnus_Jakupsson_a_Faroese_Swimmer.jpg/640px-Magnus_Jakupsson_a_Faroese_Swimmer.jpg)