From Wikipedia, the free encyclopedia
Magnus Jákupsson er føroyskur/danskur svimjari. Hann er føddur í 1994 og svimur fyri Farum Svømmeklub og fyri danska svimjilandsliðið. Hann hevur fyrr svomið fyri Havnar Svimjifelag og fyri Føroyar. Sportal.fo skrivaði 17. august 2011, at Magnus hevur valt at flyta til Danmarkar at búgva, orsakað av vánaligum umstøðum fyri svimjarar hjá Havnar Svimjifelag í Svimjihøllini í Gundadali, har eru ov fáar geilir til svimjararnar hjá Havnar Svimjifelag ljósu tímarnir, segði formaður felagsins, Eyðun Húsgarð, við Sportal.fo.[1] Magnus hevur sett fleiri føroysk met, nevnast kann, at hann á langbana eigur føroyska metið í 50, 100 og 200 metrar ryggsvimjing, 50 og 100 metrar firvald, 50m frí og 400 metrar blandað.[2] Á stuttbana eigur hann metini í 50, 100 og 200 metrar rygg og 50 og 100 metrar firvald.[3] (Hetta kann verða broytt, sí heimasíðuna hjá ssf.fo og svimjing.com). Magnus Jákupsson luttók fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2011 á Isle of Wight í juni/juli 2011. Síðan 2011 hevur Magnus svomið fyri Danmark og kann tí ikki longur seta føroysk met. Í staðin eydnaðist tað honum í 2013 at seta nýtt danskt met í 50 metrar rygg við tíðini 24.06, hetta hendi á evropameistarastevnuni á stuttgeil í Herning í desember 2013.[4] Hin 24. januar 2016 setti hann eisini danskt met á langgeil í 50 metrum rygg, tá ið hann vann gull í 50 rygg við tíðini 25.44,[5] ið var júst sama tíð, ið Matthias Gydesen setti met í í 2010, teir báðir eiga tískil báðir metið við 25.44 sekundum.[6]
Í november 2011 luttók Magnus Jákupsson á DM stevnu á stuttgeil í Thisted. Hann vann fleiri heiðursmerki og setti nýggj føroysk met og juniormet. Hann vann eitt gull heiðursmerki í 4x100 m blandað við teimum vaksnu, hini heiðursmerkini vann hann í svimjikappingum fyri juniorar.
Í juli mánað 2011 luttók Magnus fyri Føroyar á Europa Meistara Stevnu fyri Juniorar (EJM) í Beograd í Serbia, har hann m.a. svam seg í semifinaluna í 50m firvald og í hálvfinaluna í 50m rygg og setti fleiri nýggj føroysk met, bæði juniormet og fyri vaksin. Hann gjørdist nummar 13 við tíðini 24.96, sum var nýtt føroyskt met.[15] Magnus var fyrsti føroyingur sum svam teinin undir 25 sekund. 8. juli svam Magnus 200m rygg og setti nýtt føroyskt met við tíðini 2:08.88, Magnus átti sjálvur gamla metið. Hann gjørdist nummar 26 í hesi kapping.[16] 9. juli svam Magnus 50m rygg í hálvfinaluni við tíðini 26.76, tað var nýtt føroyskt met. Magnus bleiv nummar 10.[17] Sama dag svam hann 100m firvald við tíðini 56.20, sum var nýtt føroyskt met. Tað rakk til eitt 24. pláss av 49 luttakandi.[18] 10. juli svam Mangus 50m frí við tíðini 23.90, tað var nýtt føroyskt met. Magnus bleiv nummar 26 í hesi kapping.[19]
Úrslit frá EJM 2011
Magnus Jákupsson vann 3 gull, 5 silvur og eitt bronsu heiðursmerki á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í juli 2011.
Magnus Jákupsson luttekur á Danish Open frá 22. mars til 25. mars 2012. Fyrsta dagin vann hann silvur í 50 m rygg við tíðini 26.64, sum var nýtt føroyskt met. Hann átti sjálvur gamla metið. Magnus svam eisini innleiðandi í 200 m blandað, men har hendi tað keðiliga, at hann varð kolldømdur fyri 1 hond í vending í skiftinum millum firvald og rygg. Tíðin sá annars út til at vera nýtt føroyskt met, um hann ikki varð kolldømdur.[21] 24. mars svam Magnus seg í finaluna í 100 m firvald við tíðini 55.47, sum var nýtt føroyskt met. Hann átti sjálvur gamla metið, sum var 56.20, tað setti hann á EJM í 2011. Løtu seinni svam Magnus finaluna í 100 rygg við tíðini 59.48, sum var eitt fjórðapláss. Sunnudagin 25. mars kundi Magnus svimja tvær finalur, men hann gav avboð til finaluna í 200 m rygg. Hann svam finaluna í 100 m firvald og gjørdist nummar 7 við tíðini 55.46,[22] sum var nýtt føroyskt met. Hann betraði sítt egna met, sum hann setti dagin fyri, við 1/100 sekundi.[23]
Magnus luttók á Swedish Swim Games (Svenska Simspelen) í oktober 2013. Hann setti fleiri persónlig met, vann trý gull heiðursmerki og eitt silvur. Harumframt setti hann eisini stevnumet í 100 m rygg og varð eisini heiðraður fyri besta mannliga avrik á stevnuni, fyri vinnaratíðina 52.63 í 100 metra ryggsvimjing, sum gevur 804 FINA stig.
Magnus setti nýtt danskt met í 50 metrar ryggsvimjing, tá hann kom á mál við tíðini 24.06. Hann setti metið í hálvfinaluni. Sjálvt um hann setti danskt met, so rakk tíðin ikki til eitt finalupláss, hann gjørdist nummar 13 av 54 svimjarum.[33]
Magnus varð úttikin til kappingina 3e Meeting Open Méditerranéen i Marseille saman við tí sonevnda Graet Danes liðnum. Kappingin er vikuskiftið 7. til 9. mars 2014.
Magnus Jákupsson setti tvær ferðir nýtt danskt met í 50 metrum rygg á stuttgeil, fyrst í innleiðandi riðlum við tíðini 24.01[45] og síðan í hálvfinaluni við tíðini 23.84.[46] Hann gjørdist nummar 11 í hálvfinaluni.
Danish Open verður svomið á langgeil. Magnus setti danskt met í 50 metrum rygg. Hann betraði um gamla metið við 1/100 sekundi, tað var hann sjálvur og Matthias Gydesen, ið áttu gamla metið. Gydesen setti tað í 2010, og Magnus setti sama met í januar 2016 á Flanders Speedo Cup.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.