From Wikipedia, the free encyclopedia
Isle of Wight er eitt valdømi (county) og størsta oyggj í Onglandi. Oyggin er í Ensku Kanalini 3-6 km sunnanfyri Hampshire á bretska meginlandinum. Sundið Solent skilur oynna frá bretska meginlandinum. Oyggin hevur ríka søgu og hevur m.a. verið sjálvstøðugt kongaríki í 15. øld. Til 1995 hevði oyggin sín egna guvernør. Isle of Wight hevur eitt umboða í enska parlamentinum. Isle of Wight er eitt seremonielt greivadømi í Onglandi og er viðurkent sum eitt fyrisitingarligt county í Onglandi.
| |||
Tjóðarslagorð: All this beauty is of God | |||
Tjóðsangur: | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Newport | ||
Drotning | Elisabeth II | ||
Stjórnarleiðari | David Pugh | ||
Fullveldi | Onki | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
380 km² NA | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
138 748 369/km² | ||
Gjaldoyra | Enskt pund GBP | ||
Tíðarøki | UTC +0 | ||
Økisnavn á alnetinum | |||
Telefonkota | +44 | ||
Málið ið tosað verður á Isle of Wight er enskt, men ein serstøk dialekt, ið er ein sterkari formur av tí siðbundnu Hampshire dialektini, sum er kend fyri at loypa um nøkur hjáljóð og við størri áherslu á tey longu sjálvljóðini. Hetta fyribrigdi er líkt dialektunum í suðurvestur Onglandi. Oyggin hevur eisini síni egnu orð, nøkur eru eisini kend í øðrum landslutum í Suðuronglandi. Nevnast kunnu eitt nú: grockle (vitjandi), nipple/nips (yngri maður/drongur). Hesi orð verða eisini brúkt av øðrum økjum í grannalagnum hjá Isle of Wight. Nøkur orð eru heilt serstøk fyri sjálva oynna Isle of Wight, nevnast kunnu: overner (ein persónur frá meginlandinum, sum hevur búsett seg á oynni) og caulkhead (fólk sum er fødd á oynni og hava røtur longri aftur í tíðini av oynni Isle of Wight).
Isle of Wight luttekur í Oyggjaleikum eins og Føroyar. Isle of Wight var vertur fyri Oyggjaleikunum í 1993 og 2011. Í 1993 gjørdist Isle of Wight nummar tvey við 26 gull, 23 silvur og 18 bronsu heiðursmerkjum. Í 2011 gjørdist Isle of Wight nummar fimm við 17 gull, 15 silvur og 21 bronsu heiðursmerkjum.
Coves er miðdepil fyri sigling og er regluliga vertur fyri bátastevnum og kappsigling. Coves Week er heimsins longsta bátastevna (regatta), sum varir í 40 dagar við umleið 1000 luttakandi bátum og umleið 8.500 ítróttarfólkum, sum hava sera ymiskir førleikar og royndir, har eru fólk við royndum frá OL og so fólk sum bert luttaka til stuttleika, vikuskiftis siglarir. Henda kappsigling byrjaði í 1826 og fer fram á sundinum millum Bretska meginlandið og oynna Isle of Wight, sundið eitur Solent. Aðrar bátastevnur í Coves eru: Fastnet race, Round the Island Race, Admiral's Cup og Commodore's Cup.[1]
Isle of Wight Marathon er elsta maraton kapping í Onglandi sum hevur verið hildin regluliga. Kappingin hevur verið á hvørjum ári síðan 1957. Kappingin byrjar og endar í býnum Ryde.
Isle of Wight Islanders er eitt speedway felag av Isle of Wight, sum luttekur í 3. deild í National League í Onglandi.
The Isle of Wight Hockey Club hevur íðkandi lið hjá monnum, unglingum. Eitt kvinnulið er eisini av oynni, liðið hjá teimum nevnist The Vectis Ladies
Ryde Sports F.C. var eitt fótbóltsfelag úr Isle of Wight, sum var stovnað í 1888 og tikið av í 1997. Felagið var við til at stovnað Hampshire League í 1896 saman við 7 øðrum feløgum. Fótbóltsfeløg av Isle of Wight luttaka í lokalu fótbólts kappingini Isle of Wight Saturday Football League. Nøkur feløg eru tó sum ikki luttaka í nakrari ávísari kapping. Strandafótbóltur (Beach football) er sera vælumtókt á Isle of Wight, og flestu av ensku landsliðsleikarunum í hesi íttróttargrein eru av Isle of Wight.
Isle of Wight er tann 39. enski landsluturin (county) sum luttekur í enskum cricket. The Isle of Wight Cricket Board fyriskipar eina lokala cricket kapping á oynni millum fleiri ymisk feløg.
Isle of Wight skipar fyri fleiri árligum tónleikafestivalum: Isle of Wight International Jazz Festival, Isle of Wight Festival og Bestival. Orkestrini Level 42, The Bees, Mark King og Trixie's Big Red Motorbike.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.