føroysk songkvinna og tónleikari From Wikipedia, the free encyclopedia
Lív Næs (fødd í 1988) er ein føroysk songkvinna og tónleikari, hon spælir guitar. Lív er ættað úr Fuglafirði men býr í løtuni (2013) í Havn, har hon gongur á læraraskúla.
Lív gjørdist kend í Føroyum sum songkvinna, tá hon sang saman við Niels Midjord. Tey bæði góvu út fløguna Tú skalt eiga morgindagin í 2009. Í 2011 hevur hon luttikið á føroyskum tónleikafestivalum við kvinnutónleikabólkinum Lív & the Zoo, eitt nú framførdu tær á Summarfestivalinum í Klaksvík. Hinar í tónleikabólkinum eru: Jenny J. Kragsteen, Anna Maria Wrae og Maibritt H. Johansen.[1] Fyrstu ferð tær framførdu var á Sandi í 2011.[2] Lív hevur eisini framført saman við unnusta sínum Tróndi Enni, tey góvu út stakfløguna Sveimandi í 2011. Tey hava eisini framtført saman, eitt nú á Mentanarnáttini í Havn í 2012.[3] Tá Lív framførir á ymiskum tiltøkum, hevur hon ofta guitarleikararnar Trónd Enni og Una Debess at spæla guitar saman við sær. Í desember 2009 var Lív gestasangari á útgávukonsert hjá Brandi Enni í Norðurlandahúsinum. Í 2010 var hon sjónvarpsvertur í føroysku barnasendingini Ert tú við?, sum var í 13 pørtum. Í 2012 útgav hon fløguna Keldufar, sum eru yrkingar eftir abba hennara Johannes Andreas Næs. Hann brúkti skaldanavnið Flóvin Flekk og gav út yrkingasavnið Keldufar í 1949. Lív hevur gjørt øll løgini uttan "Meg droymdi", sum er gjørt saman við Trónda Enni og "Urið", sum abbi hennara lesur upp og Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmynd til.[4]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.