From Wikipedia, the free encyclopedia
Jens Marni Hansen er føddur 18. desember 1974 og býr í Kollafirði. Jens Marni er føroyskur rock sangari og tónleikari. Hann hevur verið virkin í føroyska tónleikalívinum síðan hann var heilt ungur. Jens Marni hevur m.a. spælt við tónleikabólkunum Kjølar, All That Rain, Showmenn og Faktor 4.
Hin 6. juni 2013 hitaði Jens Marni upp fyri kenda tónleikaran Bon Jovi í Parkini í Keypmannahavn. Jens Marni vann eina kapping um at sleppa at hita upp fyri Bon Jovi. Ekstra Bladet sum í samstarvi við Bon Jovi, fyriskipararnar Live Nation og útvarpsstøðina FM100 útskrivaði hesa kappingina, 60 tónleikabólkar sendu inn tilfar,[1] og Jens Marni vann kappingina.[2]
Jens Marni vann heiðurin Besti sangari í føroysku tónleikakappingini "Planet Awards 2010".[3] Hetta var tó ikki fyrstu ferð, at Jens Marni vann henda heiðurin. Jens Marni var eisini kosin "Besti sangari" í Planet Awards 2008.[4]
Jens Marni var ein av 10 bólkum ella einstaklingum, sum luttóku í Dansk Melodi Grand Prix 2010, hann luttók við rock sanginum "Gloria" sum Svend Gudiksen, Johannes Jørgensen og Noah Halby hava skrivað og gjørt lag til. Fýra bólkar komu víðari í finaluna, sum var avgjørd sama kvøld, men Jens Marni var ikki millum tey fýra. Vinnarin gjørdust duo'in Chanée og N'evergreen við sanginum "In a Moment Like This". Jens Marni segði seinni við Sosialin, at hann fekk at vita frá DR aftaná at vinnarin varð funnin, at síggjararnir hjá DR, sum atkvøddu við at senda sms umvegis fartelefonina høvdu valt hann sum nummar eitt, men at dómararnir ikki hildu hansara sang verða tann besta.[5] Chief 1 sum var ein av dómarunum hevði tó atkvøtt fyri Jens Marna sum nummar eitt. Atkvøðugreiðslan gekk soleiðis fyri seg, at atkvøðurnar hjá dómarunum taldi 50% og atkvøðurnar hjá hyggjarunum taldu 50%.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.