From Wikipedia, the free encyclopedia
Henrik Louis Lund (føddur 8. september 1879 í Bergen, deyður 23. desember 1935 í Oslo) var ein norskur listamálari.
Eftir at hava verið sjómaður eina tíð, fór hann í læru hjá Harriet Backer (1899), og síðan lærdi hann hjá Johan Nordhagen (1903). Lund ferðaðis nógv, fyrst búði hann í Keypmannahavn (1904–09), har hann gjørdist kendur við fleiri fransýningum. Síðan fekk hann statsstuðul og búði í Paris (1905, 1920-21), hann hevði framsýningar í Berlin (1908). Í USA búði hann fleiri ferðir, sum kommisserur (1912), sum framsýnari (1915, tá málaði hann eisini Theodore Roosevelt, Thomas Edison og Charles W. Eliot).
Hann málaði ofta portrett av vinmanni sínum Knut Hamsun.[1] Hann teknaði fyri anarkistiska tíðarritið hjá Hans Jæger, ið nevnist Korsaren (1907–).[2]
Hann legði navn til dampskipið «D/S Henrik Lund», ið Bergensrederiet skaffaði Willy Gilbert (1916), og sum bleiv søkt av týskum kavbátum Uttanfyri Cape Hatteras, USA (1918).[3]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.