Remove ads
From Wikipedia, the free encyclopedia
Theodore Roosevelt (27. oktober 1858 - 6. januar 1919) var neytabóndi, veiðimaður og rannsóknarfari, umframt at hann var politikari. Hann fekk innlit í politikk sum nýskipanar-republikanari í New York og gjørdist væl umtóktur sum ovasti fyri sjálvbodnu Rough Riders, eitt reiðlið, ið gjørdu tænastu í spanska-amerikanska krígnum 1898. Sama ár varð hann valdur landshøvdingi í New York, og í 1901 gjørdist hann varaforseti. Eftir tað at William McKindley forseti varð myrdur í september í 1901, gjørdist Roosevelt forseti, og í 1904 varð hann afturvaldur. Stjórn hansara setti í verk eina nýskipanarætlan, og týdningarmestu broytingarnar vóru, at rættindi hjá stórfyritøkunum vórðu avmarkað, og tiltøk vórðu sett í verk at verja náttúrutilfeingið í USA. Roosevelt tálmaði eisini valdsmisnýtsluna hjá jarnbreytafeløgunum og stytti arbeiðstíðina hjá børnum, sum arbeiddu á verksmiðjum. Í uttanríkspolitikki eggjaði hann Panama at taka loysing frá Kolumbia, og afturfyri útvegaði USA sær rættindi til at gera Panamaveitina.
Theodore Roosevelt | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 27. okt 1858 í/á Manhattan |
Andaðist | 6. jan 1919 í/á Sagamore Hill |
Deyðsorsøk | pulmonary embolism |
Alma mater | Harvard College, Columbia University, Columbia Law School, Friends Seminary |
Starv | rannsóknarfari, søgufrøðingur, ritroyndarhøvundur, høvundur, politikari, sjálvævisøguhøvundur, ranch-eigari, naturalist, statsmaður, conservationist, fuglafrøðingur, diarist |
Politiskur flokkur | Republikanski Flokkurin, Progressive Party |
Trúgv | Continental Reformed Protestantism, Anglicanism, Episcopal Church |
Børn | Alice Lee Roosevelt, Theodore Roosevelt Jr., Kermit Roosevelt, Ethel Roosevelt Derby, Archibald Roosevelt, Quentin Roosevelt |
Foreldur | móðir Martha Bulloch Roosevelt faðir Theodore Roosevelt Sr. |
Mál | Enskt mál, Franskt mál, Týskt mál, Italskt mál |
Undirskrift | |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000121303885 |
VIAF | 44346731 |
LCAuth | n79027239 |
IMDB | nm0740485 |
Commons | Theodore Roosevelt |
Theodore Roosevelt hevði longu sitið tvey skeið sum forseti, frá 1901 til 1909, tá hann, eftir at hava sitið uttanfyri í fýra ár, gjørdi av at stilla upp enn einaferð. Tann 14. oktober í 1912 var hann á valfundi í Wisconsin og gjørdi seg til at halda røðu, tá John Schrank skeyt fyrrverandi forsetan. Kúlan fór ígjøgnum pappírið við røðuni, gjøgnum hylkið til eygnaglasið og rakti hann í bringuna. Theodore Roosevelt var royndur veiðumaður, og tá hann ikki hostaði blóð, kundu hann sjálvur staðfesta, at kúlan ikki hevði rakt lunguni. Hann helt sína røðu sum ætlað, meðan blóðið rann út gjøgnum frakkan, og tað fyrsta hann segði við fjøldina, var “eg veit ikki, um tit skilja, at eg akkurát eri skotin. Men tað skal meira til at drepa ein elgtarv.” Aftan á røðuna kom hann undir læknahond, har staðfest varð, at sárið ikki var lívshóttandi, men at tað fór at vera hættisligari at royna at fáa kúluna út heldur enn bara at lata hana vera har hon var, so Roosevelt gekk við kúluni í bringuni restina av ævi síni.
John Schrank varð dømdur inn á eitt sinnissjúkrahús í Wisconsin. Hann segði, at spøkilsið hjá William McKinley hevði givið honum boð um at taka Roosevelt av døgum, og hann var eisini ímóti, at nakar skuldi sita sum forseti í meir enn tvey valskeið.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.