De Gyldne Laurbær (eisini nevnt: Boghandlernes Gyldne Laurbær) er ein donsk bókmentaheiðursløn, sum varð sett á stovn í 1949. Tað er Foreningen De Gyldne Laurbær, fyrr Boghandlerklubben, sum letur heiðurslønina einaferð um árið. Upprunaliga var heiðurslønin ein gullnál við áskrift, eitt skiftið fylgdi ein peningaupphædd við, men í dag fær vinnarin av heiðurslønini ein laurberkrans, eitt heiðursbræv og eitt gávubræv at keypa bøkur fyri á 2500 krónur. Donsku fjølmiðlarnir gera nógv burturúr heiðurslønahandanini. Tann dagin tá tað verður kunngjørt, hvør ið vinnur heiðurin, so fer umboð fyri Nevndina fyri De Gyldne Laurbær at hitta vinnaran, meðan fjølmiðlar fylgja við. Ein danskur rithøvundur kann bert fáa hesa heiðurslønina einaferð.
Síðan 1954 hevur heiðurslønin verið handað í januar fyri eina bókaútgávu árið fyri. Donsku bløðini nevna ofta heiðurslønina við tí árinum, ið handanin fer fram.[1]
2020-árini
2023 - Kim Blæsbjerg fyri skaldsøguna De bedste familier