![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/f/fe/Selhurst_Park.jpg/640px-Selhurst_Park.jpg&w=640&q=50)
Crystal Palace F.C.
From Wikipedia, the free encyclopedia
Crystal Palace Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag, heimahoyrandi í býlinginum South Norwood, sum liggur í býarpartinum Croydon, í sunnaru helvt av enska høvuðsstaðinum London.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/f/fe/Selhurst_Park.jpg/640px-Selhurst_Park.jpg)
Felagið varð sett á stovn í 1905. Upprunaliga spældi felagið heimadystir sínar á Crystal Palace-vølli. Undir Fyrra heimsbardaga mátti felagið tó flyta tvær ferðir, fyrst í 1915 til Herne Hill, og seinni, í 1918, til The Nest.
Síðan 1924 hevur felagið spælt sínar heimadystir á Selhurst Park, sum rúmar fleiri enn 25 túsund fólkum.[1]
Fyrsta liðið, við kelinøvnunum "The Eagles" og "The Glaziers", kappast í løtuni í Premier League, sum er besta enska fótbóltsdeildin. Síðan 2017 er Roy Hodgson venjari hjá fyrsta liðinum.