From Wikipedia, the free encyclopedia
Charley Frank Pride (føddur 18. mars 1938 í Sledge, Mississippi í USA, deyður 12. desember 2020 í Dallas, Texas) var ein amerikanskur countrysangari og hornabóltsleikari úr Mississippi. Hann vitjaði í Føroyum í 2009, har hann framførdi í Høllini á Hálsi. Hann framførdi eitt nú saman við føroyska country sangaranum Hallur Joensen.[1]
Fyrsta stakplátan "The Snake Crawls at Night" kom við ársbyrjan 1966 og stutt eftir kom "Before I Met You". Í 1969 streyk Charley Pride upp á allar tindar við "All I Have to Offer You Is Me". Frá hesum sangi, og fram til "Every Heart Should Have One" í 1984, varð hann 36 ferðir nummar eitt. Mest sjáldsom vóru tó árini 1969-71, tá Charley Pride samstundis var nummar eitt við átta ymsum sangum: "All I Have to Offer You Is Me", "I'm So Afraid of Losing You Again", "I Can't Believe That You've Stopped Lovin' Me", "I'd Rather Love You", "Is Anybody Goin' to San Antone", "I Wonder Could I Live There Anymore", "I'm Just Me" og "Kiss an Angel Good Morning".
Seinastu ferð, hann upptraðkaði, var tann 11. november í Nashville, tá árligu CMA virðislønirnar vórðu latnar. Charley Pride varð heiðraður við "Willie Nelson Lifetime Achievement Award" hjá Country Music Association og sang saman við unga countrysangaranum Jimmie Allen “Kiss An Angel Good Mornin”.[2]
Album
Stakløg
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.