From Wikipedia, the free encyclopedia
Baroli Music er føroysk tónleikafyritøka, sum framleiðir tónleik til útlendskar tónleikarar og sangarar. Tað eru havnamenninir Bárður Háberg og Óli Jógvansson, sum hava stovnað Baroli Music, teir eiga og reka tónleikafyritøkuna. Teir framleiða tónleik til sangstjørnur úti í heimi. Teir hava lagt seg eftir at skriva løg sum eru íoyrafallandi og lætt kunnu gerast hitt. Teir hava m.a. framleitt tónleik til poppstjørnur í USA, Japan, Italia, Korea og Kina.
Í 2011 var stórur eftirspurningur eftir tónleiki frá Baroli Music frá stórseljandi artistunum Kumi Koda úr Japan og Elva Hsiao úr Teivan.[1]
Í mai 2013 gjørdist tað alment, at teir báðir hava gjørt eitt lag, sum skuldi brúkast sum eyðkennislag til eina nýggja skemtirøð á Disney Channel, sum hevði arbeiðsheitið Liv and Maddie.[2]
Á sumri 2013 brúkti Disney lagið ”Future Sounds Like Us” í samband við eitt stórt lýsingarátak. Hetta er eisini eitt lag, sum Baroli Music hevur skrivað og framleitt, og sum var við á soundtrackútgávuni "Shake It Up: I Love Dance", ið lá nummar 26 á Billboard200 listanum í USA í mars 2013. Baroli Music hevur verið við til at skriva og/ella framleitt og/ella miksa tveir av sangunum í hesi soundtrack-útgávuni: "Afterparty og "Future Sounds Like Us". Báðir sangir eru framleiddir og miksaðir av Bárður, Afterparty er skrivaður av Bárður og Scott Krippayne og "Future Sounds Like Us" er skrivaður av Bárður Háberg, Óla Jógvanssyni, M.Lewis og H.Rojas. Sangurin Afterparty verður framførdur av Caroline Sunshine og Roshon Fegan. "Future Sounds Like Us" verður framførdur av Dove Cameron.
Baroli Music hevur fyrr samstarvað við Disney-stjørnuna Stefanie Scott, ið hevur ein av høvuðsleiklutunum í Disney-sendirøðini ”A.N.T. Farm” og hevði ein høvuðsleiklut í filminum ”Frenemies”, sum eisini varð vístur á Disney-rásini. Samstarvið við Stefanie Scott fevndi millum annað um sangirnar ”FYI”,”The Girl I Used To Know” og "I Don't Wanna Let You Go", ið Baroli Music skrivaðu og framleiddu. Best umtókta lagið hjá Stefanie higartil, er "The Girl I Used To Know" ið hevur omanfyri 3 milliónir vísingar á Youtube. Sjónbandalagið til "I Don't Wanna Let You Go" hevði frumframførslu 8. apríl á Disney Channel, og var vikurnar frammanundan millum tey mest umbidnu løgini á Radio Disney, sum er ein av heimsins størstu útvarpsrásum millum ung við sínum 30 milliónum lurtarum um vikuna.
Til mai 2013 vóru umleið ein hálv millión eintøk av sangum, sum teir hava skrivað ella verið við til at skrivað og framleitt, seld kring heimin.
25. februar 2014 kundu teir báðir í Baroli Music staðfesta, at videolagið "Better in Stereo", eftir at hava ligið nummar 1 á Billboard lista í 4 vikur á rað, og verið á iTunes "Soundtrack" topp-listum kring allan heim í fleiri mánaðirnar (í USA, Bretlandi, Spania, Kanada, Argentina osfr.), eisini var farið um 5 millióna markið fyri sýningum á Youtube, sum má sigast at vera tað mest sædda/hoyrda lag nakrantíð á YouTube, ið er skrivað av føroyingum.
3. mars 2014 lá studio fløgan Bon Voyage hjá japonsku songkvinnuni Kumi Koda sum nummar eitt í Japan á Oricon sølulistanum (Sales Chart), fløgan kom út 26. februar 2014 og lá sum nummar eitt longu fyrsta dagin á Oricon sølulistanum.
Baroli Music samstarvar sum er við altjóða viðurkend feløg sum Universal Music, The Kennel Publishing, Avex, Sony og Phrased Differently.
2014 - Vann heiðurin sum Ársins framleiðarar á FMA 2013
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.