Remove ads
From Wikipedia, the free encyclopedia
Lýðveldið Kina (kinesiskt: 中華民國 Zhōnghúa míngúo) ella Taivan, Á hesi oyggj búgva um 23,5 mió. fólk.
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Zhōnghúa míngúo gúogē | |||
Alment mál | Kinesiskt | ||
Høvuðsstaður | Taipei | ||
Forseti | Tsai Ing-wen | ||
Varaforseti | Lai Ching-te | ||
Fullveldi | 10. oktober 1911 7. desember 1949[1] | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
36 179 km² 10,34 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
23 367 320 639/km² | ||
Gjaldoyra | Taivanskur dollari (TWD) | ||
Tíðarøki | UTC +8 | ||
Økisnavn á alnetinum | .tw | ||
Telefonkota | +886 | ||
Lýðveldið Kina hevur verið avbyrgt frá kinesiska meginlandinum síðan 1949, tá ið tjóðskaparstjórnin flýddi út í oynna, eftir at hon hevði tapt borgarakríggið ímóti kommunistunum. Stýrið í Taivan sigur seg enn verða lógliga stjórnarvaldið í øllum Kina, og Fólkalýðveldið Kina sigur Taivan verða kinverskan landslut. Fá lond hava viðurkent Taivan sum sjálvstøðugt ríki.
Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Teivan, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Taivan[2].
Oyggin liggur í Eysturkinesiska havinum, norðanfyri Filipsoyggjar og eystanfyri kinesiska meginlandið. Taivansundið skilur oynna frá meginlandinum.
Tá ið portugisiskir sjófarar fyrstu ferð komu til Taivan í 1590, nevndu teir oynna Ilha Formosa ("Oyggin Vakra"), tí hon var so fruktagóð, og fjøllini vóru so vøkur.[3]
Hóast Taivan loysti frá Kina undir borgarakrígnum í 1949, so metir Kina enn, at Taivan er ein partur av Kinesiska Ríkinum, og landið hevur hótt Taivan, hvørja ferð tað hevur haft ætlanir um at taka formelt sjálvstýri.
Langt fyri at kinverjar komu til Taivans, búðu mong fólkasløg har. Tey talaðu egið mál, men mangir siðir og gerandislív líktist. Kinverjar komu hagar í 17. øld, og sum tíðin leið, løgdu teir oynna undir seg og trokaðu burtur upprunafólkið, ið nú á døgum bara er 2 % av fólkinum í Taivan. Fjølmentasta upprunafólkið nú er amifólkið, sum eru dugnaligir leirkerasmiðir og bøndur. Amifólkið býr í stórum bygdum, og heima eru tað konufólkini, ið ráða.
Størstu átrúnaðirnir í Taivan eru buddisma, taoisma og konfusianisma. Hesir átrúnaðir líkjast nógv, og mong fólk trúgva á partar úr øllum trimum. Taoisman, ið tók seg upp í Kina um 300 f.Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá taoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang).
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.