Bakkafrost
føroysk alifyritøka / From Wikipedia, the free encyclopedia
P/F Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Felagið varð stovnað í 1968 av brøðrunum Hans og Róland Jacobsen á Glyvrum. Í 2010 varð Bakkafrost skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo (OSE).[3] Í apríl 2011 keypti p/f Bakkafrost fyritøkuna p/f Havsbrún fyri 1,1 milliard krónur.[4] Regin Jacobsen, ið er sonur Hans á Bakka, er stjóri á Bakkafrost.[5]
Slag | Partafelag |
---|---|
Handlað sum | OSE: BAKKA |
Ídnaður | Matídnaður |
Stovnað | 1968 |
Stovnari/ar | Róland og Hans Jacobsen |
Høvuðsskrivstova | Glyvrar |
Lyklapersónar | Regin Jacobsen (CEO), Rúni M Hansen (nevndarformaður) |
Vørur | Laksur |
Nettosøla | 2,7 milliardir DKK (2014)[1] |
Inntøka áðrenn rentu og skatt | 899 million DKK (2014)[1] |
Vinningur | 647 milliónir DKK (2014)[1] |
Eigari | Oddvør Jacobsen (9,50%) Regin Jacobsen (9,30%) og umeið 3050 onnur úr 22 londum[2] |
Tal av starvsfólkum | 1000 (2014)[1] |
Heimasíða | bakkafrost.com |
Hin 28. november 2013 fór virði á Bakkafrost uppum 4,4 milliardir krónur, tá partabrøv vóru seld fyri 90,25 norskar krónur. Fyritøkan átti tá 48.858.065 partabrøv.[6]
Úrslitið hjá Bakkafrost fyri 2013 var 727 milliónir krónur fyri skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt. Alideildin hevði eitt gott úrslit, orsakað av tí góða laksaprísinum. Men Bakkafrost missir framvegis pening í sølusáttmálum fyri lidnar vørur, var sagt í ársfrágreiðingini. Sagt varð eisini, at framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist væl.[7]
28. mai 2015 vóru partabrøv hjá Bakkafrost seld fyri 206 norskar krónur. Tann dagin vaks virði á Bakkafrost til 10 milliardir norskar krónur, ið er met.[8]